Føroyska fátækradømi!

Elin K. Jacobsen
-----

Í hesum døgum, hvar flett hevur verið um alt landið og kjøt í stórum mongdum er fingin til høldar, verð­ur klagað um neyð og hung­urs­mark, tað verður klagað um manglandi tilfongi, her er eitt veldugt tilfar av góðum mati, bæði til fólk og djór, um tað verður tikið hond um á annan hátt, enn tað, ið fjølmiðlar lýsa við, at koyra avroðini í brenni­ovnanar. Kanska nakað fyri íverksetarar?

Hvat við klæðum?
Farið ein túr í ítróttarhallir, skúlar, svimjihallir og síggið, hvat har liggur av jakkum, troyggjum, húgvum, hand­klæði sum ikki verður av­heint­að, sjálvt um sagt verð­ur frá. Farið verður fleiri ferðir við bilum fullum av klæðum sum neyðhjálp, takk fyri tað. Men er tað tekn upp á fátakradømi?

Leikutól:
Súkklur við stúttuhjólum, súkklur við 3 hjólum og fleiri uppeftir, síðan trampolinir. Innandura, sjónvarp, dvd, exboks, nintenda, fartelefon við meira. Hvat manglar.
At gera nakað sjálvi og síggja allar møguleikarnar, vit hava fyri at liva væl í hesum landi og gera brúk av møguleikunum.