Føroyska ferðavinnan hevur í seinastu viku verið á World Travel Mart í London.
Umboð frá Atlantic Airways, Smyril Line og Ferðaráð Føroya vóru við á stevnuni.
? Áhugin kring Føroyar vísir seg at vera ógvuliga stórur, sigur Kent L. Christensen, sølu- og marknaðarleiðari á Atlantic Airways.
? Føroyar verða lýstar sum eitt trygt stað at fara, har fólkið fær høvið at hitta náttúruna í einum friðarligum umhvørvi. Og serliga nú, at tað vísir seg at vera ógvuliga ófriðarligt kring heimin, vísir tað seg, at áhugin er vaksandi fyri Føroyum.
World Travel Mart í London er ein av høvuðsmessunum, sum ferðavinnan í Føroyum luttekur á.
? Øll ferðavinnan í hesum partinum av heiminum hittist á World Travel Mart, og øll tey tingini, sum verða tosað um í telefon, verða ordnað, tá vit so hittast í London, greiðir Kent Christensen frá.
Messan vardi í fýra dagar. Tveir teir fyrstu vóru fakdagar, men tveir teir seinastu vóru ætlaðir áskoðarum.
? Fyrri áskoðaradagurin gekk væl og nógv fólk vóru og vitjaðu. Men av tí, at brandmenninir í London fóru í verkfall tann seinna dagin vóru ikki so nógv fólk tá. Messan var á einum staði, sum eitur Xcel, eitt sindur uttanfyri býin í einum parti, sum eitur Dockland, og tað tekur eitt sindur av tíð at koma hartil frá miðbýnum í London. Og av tí, at brandmenninir fóru í verkfall, vóru tað fleiri, sum settust aftur, halda vit, sigur Kent Christensen at enda.
Myndatxt: Føroyska ferðavinnan við umboðum frá Atlantic Airways, Smyril Line og Ferðaráði Føroya, var í seinastu viku á World Travel Mart í London