Tíðindaskriv
Almenna Faroexpo Ráðstevnan verður hildin fríggjadagin 25. oktober kl. 13.00-16.45. Heitið á ráðstevnuni í ár er Føroyska Fiskivinnan Uttanfyri ES. Fimm fyrilestrahaldarar umframt eitt kjakpanel, fara at mynda ráðstevnuna.
Ráðstevnan er býtt í tveir partar. Hin fyrri parturin, áðrenn steðgin, verður nevndur Verandi Marknaðarstøða og hin seinni Nýggj Marknaðarstøða. Aftaná framløgurnar verður skipað fyri einum kjakpaneli við Una Arge sum orðstýrara.
Føroyar sum brøðrartjóð ella plága Torstein Solem, dagligur leiðari hjá Norsk Pelagisk Forening, fer at tosa um fiskivinnusamstarvið við bæði Føroyar og ES. Eisini fer hann at greiða frá teimum sjónarmiðum norskan vinnan hevur í mun til føroysku støðuna í fiskivinnuhøpi.
Pelagiska vinnan á nýggjum heimsmarknaði Bogi Simonsen, frá fyritøkuni North Pelagic, fer at tosa um nýggju marknaðarstøðuna, og um hvussu pelagiska vinnan fótar sær síðan ES foringarnar vóru kunngjørdar. Eisini greiðir hann okkum frá teirra útlitum og ætlanum.
ES er svarið
ES setir krøv og avmarkingar. ES ber seg skeivt at viðhvørt. Men ES tryggjar stabilitet í Europa. Og ES kann geva okkara vinnu teir møguleikar, henni tørvar. Skulu Føroyar mennast, kunnu vit ikki velja ES frá. Hetta er m. a. tað Sjúrður Skaale, føroyskt fólkatingsumboð, fer at tosa um í síni framløgu.
Alternativir marknaðir
Gustaf Baldvinsson er sølustjóri hjá Seagold í Bretlandi og Ice Fresh Seafood í Íslandi, sum bæði eru dóttirfeløg hjá Samherja. Við støði í royndunum hjá íslendingum fer Gustaf Baldvinsson at greiða frá teirra royndum á altjóða marknaðum. Eisini gevur hann sítt boð uppá, hvussu ein komandi marknaðarstøða fyri Føroyar kann síggja út.
Avleiðingar fyri aðrar vinnur
Á ráðstevnuni tosar Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og fyrrverandi stjóri á Havsbrún, um tær avleiðingar ES forðingarnar hava fyri aðrar vinnur í Føroyum.
Ráðstevnan er ALMENN
Fyrilestrarnir eru viðkomandi bæði hjá eintaklingum og virkjum. Ráðstevnan verður hildin á skandinaviskum og enskum máli. Kunning og tilmelding á www.faroexpo.fo. Til ber eisini at ringja til VRG tlf. 666600. Um luttikið verður í ráðstevnuni, ber eisini til at tekna seg til veitsludøgurðan, ið verður hildin í nýggja Skótahúsinum við Løkin fríggjakvøldið 25. oktober kl. 19.00.