Føroyska hetjan

Sveinur Justinussen var maðurin í fokus eftir landsdystin leygardagin, og einki er at ivast í, at fleiri norskir venjarar munnu fara at skriva sær navn hansara aftan fyri oyra

landsdystur

Einki er at ivast í, hvør leikarin var stóra samrøðuevnið eftir landsdystin leygardagin.
Vanliga er tað so, at fjølmiðlarnir at kalla býtast ? og ikki bítast ? um at fáa orðið á ymsu leikararnar, men hesaferð var støðan tó eitt lítið sindur øðrvísi.
Sveinur Justinussen var fram um hinar maðurin, sum miðlarnir skuldu hava orðið á, og feðr eftir ferð mátti hann soleiðis standa og svara mest sum somu spurningum um júst lidna dystin. Ein dystur, sum Sveinur annars ikki var heilt so væl nøgdur um sjálvur, um sammett verður við dystin í Noreg.
- Í dag brenni eg ov nógvar møguleikar. Serliga í fyrra hálvleiki, meðan tað hinvegin gongur væl og virðiliga upp eftir steðgin, heldur hann lítillátin fyri.
- Men hvat. Av og á, so mást tú brenna, og steðgar tú at skjóta av teirri orsøk, so koma nokk ikki so nógv mál burturúr.

Kostaði nógv
Stóran part av dystinum var leiklutrin hjá Sveini bara í álopspartinum, og sjálvur ásannaði hann eisini eftir dystin, at hesum hevði hann so einki havt ímóti.
- Tað kostar ótrúliga nógv at fara inn móti leikarum, sum eru somikið væl fyri kropsliga. Tú merkir veruliga, at hatta eru menn, sum venja við vektum hvørja tí einastu viku, og hvørja ferð farði varð inn til eina skotroynd, varð kroppurin mest sum pumpaður tómur. So steðgirnir hjá mær vóru neyðugir.
Um dystin sjálvan helt Sveinur annars, at hann mundi vera á eini leið, tó at hann sjálvsagt ásannar, at mótstðan var dekan ov sterk.
- Í seinna hálvleiki fáa spælið hjá okkum at ganga so nøkunlunda, og tað haldi eg, at vit kunnu vera nøgdir um. Hinvegin má tað ikki henda, at vit fara niður við høvdinum. Tað gera vit eina løtu í fyrra hálvleiki, og tá verða vit revsaðir 100% alt fyri eitt, so tað má ikki henda. Heldur ikki hóast tað viðhvørt kann síggja nóg so høpisleyst út móti somikið sterkum liðum.

Skúlan fyrst
Eftir teir báðar landsdystirnar móti Noreg er einki at ivast í, at í øllum førum hondbóltskønir normenn munnu hava bitið sær merki í navni á unga manninum av Skála, men sjálvur tykist Sveinur tó at taka hetta eins róligt, sum hann altíð hevur gjørt, og enn er telefonin so heldur ikki farin at kima.
- Í løtuni fari eg so ongan veg. Eg ætli mær fyrst at gera meg lidnan við útbúgvingina, men so kundi tað væl hent seg, at eg fari at royna meg aðrastaðni. Tað er jú nærliggjandi, at eg kundi fari til Danmarkar at lesa, og geri eg tað, so fari eg eisini at spæla hondbólt, sigur hann. Og hann ivast ikki í, at skal menningin standa við, so verður tørvur á nýggjum avbjóðingum.
- Tað sigur seg sjálvt, at spælir tú á einum góðum donskum liði, so verður tú betri fyri. Tað hava vit sæð hjá teimum leikarum, sum hava roynt seg uttanlands, og ikki minst veðrur kropsliga venjingarstøðan munandi betri, heldur Sveinur.
Men alt hetta tykist hann tó ikki hugsa so nógv um enn. Fyri framman standa tveir dystir á útivølli móti Rumenia, og síðani verður tað StÍF og stríðið fyri at endurvinna FM, sum fer at standa ovast á breddanum, og har verður Sveinur uttan iva ein av avgjørdu lyklaleikarunum.