Bæði føroyska A-landsliðið og U-21 landsliðið lendu í Norðurírlandi í morgun. Túrurin varð nakrar minuttir seinkaður, tí ein av A-landsliðsleikarunum hevði sovið nakað leingi.
Mikudagin skal fyrst U-21 landsliðið í dyst móti Norðurírland og um kvøldið bresta A-landsliðini hjá somu londum saman. Í morgun var farið úr Vágum og beinleiðis til Belfast í Norðurírlandi. Túrurin gekk væl og øll komu fram í øllum góðum.
Flúgvarin var nakrar minuttir seinkaður úr Vágum, tí KÍ liðskiparin, Hjalgrím Elttør, hevði forsovið seg. Tíbetur, so kom hann við í flúgvarinum sum seinasti maður og til stóra gleði fyri hini í ferðalagnum, sum við einum smíli klappaðu tá klaksvíkingurin kom umborð.
Lagið tóktist annars gott í hópunum báðum, sjálvt um teir høvdu verið tíðliga á fótum í morgun. Símun Samuelsen, HB, hevur givið avboð vegna skaða og í hansara stað er komin Odmar Færø. Heini Vatnsdal hevur givið av til U-21 landsliðið. Í hansara stað er komin ÍF miðverjin, Uni R. Petersen, veit Fótbóltssambandið at siga.