Hondbóltur
Tólv útispælarar og tveir málverjar eru tiknir út til hondbóltslandsdystin ímóti Russlandi.
Málverjar: Levi Nybo, H71 og Ári Egason Dam, Neistin. Útispælarar: Tróndur Kragesteen, Birgir Poulsen og Karl Herup Olsen, Neistin. Janus Sørensen, Esbern Patursson, Dánjal Torgarð og Gunnar Bláberg, H71. Sámal Joensen og Rúni Joensen, VÍF. Hans Áki Dal-Christiansen og Bárður Johannesen, Kyndil. Niklas Reginsson, KÍF.
Russar hava tvey heimsmeistaraheitið og eitt evropameistaraheitið í skjáttuni. Teir eru eisini fremst í EM-undanbólki 2 við 10 stigum. So hóskvøldið ber til at síggja hondbólt á høgum stigi í Føroyum.
Dysturin millum Føroyar og Rusland í høllini á Hálsi í Havn byrjar klokkan 19.30.