Nýtt spæl
Øll vita helst, hvat tað er, tá okkurt er um reppið, men hvat er eitt repp?
Hetta er bara ein av teimum tilsamans 3.000 spurningunum um mál og orð, sum uttan iva fara at verða settir áðrenn, undir og aftan á jóladøgurðan í ár.
Hesa seinastu tíðina hava Mikkjal Helmsdal og Hannis Egholm nevnliga arbeitt við at tilevna eitt nýtt føroyskt spurnarspæl. Øll kenna vit jú Trivial Pursuit, sum fyri hálvum triðja ári síðani varð avloyst av Landastrok. Hetta eru brett-spøl, har spælararnir skulu svara spurningum av alskyns slag, soleiðis at teir kunnu vinna fram á mál.
Kánus, sum nýggja spælið eitur, er ikki ólíkt í so máta. Men heldur enn at snúgva seg um landalæru, ítrótt og aðra vitan, sum kann bólkast sum meira ella minni almenn, so snúgva spurningarnir seg hesa ferð um orð og mál.
Altíð havt áhugan
Tað er Hannis Egholm, sum eigur og rekur lýsingafyritøkuna, Sisero, sum eigur hugskotið aftan fyri spælið. Og hóast hann ikki vil tosa um nakran gamlan dreym, so viðgongur hann, at hugskotið onkursvegna hevur livað í tonkunum hampuliga leingi.
- Fyrst og fremst, so havi eg í nógvar mátar verið rættiliga hugtikin av føroyska málinum. Bæði hvat viðvíkur rættskriving, men eisini málið sum heild. Tað at málbera seg rætt, er eitt, men eisini málsøguna hevur mær altíð dámt. Hvaðani stava øll hesi løgnu orðini, sum vit nýta í talu okkara?
Mikkjal gav hugskotinum skap
Sum so var hetta bara ein áhugi, sum Hannis hevði meira ella minni fyri seg sjálvan. Tankin um at gera eitt spæl burtur úr hesum var í øllum førum ikki serliga ítøkiligur. Men hetta broyttist tó fyri tveimum árum síðani.
- Eg var við til at gera grafiska partin av Landastroki, sum jú eisini er eitt spurnarspæl, og tá fór eg spakuliga at hugsa, um hetta ikki kundi verið eitt hugskot. Ein dagin sat eg so og prátaði við Mikkjal, og tá kom hetta millum annað inn í prátið. Eg hevði sjálvandi onkur hugskot, og síðani hevur Mikkjal so arbeitt víðari við hesum. Hugskotini fingu nú ítøkiligar ætlanir, og nú er alt fyrireikingararbeiðið at kalla liðugt.
Grundarlagið í hugskotinum siga teir vera, at hetta skal vera eitt spæl fyri øll. Talan er ikki um mállæruspurningar á tann hátt, at spurt verður hvar ð?ini skulu standa, ella hvussu orð verða bend.
- Vit hava roynt at skapa ein positiva tilgongd til eina málfatan. Endamálið er, at hetta skal verða eitt spæl, sum øll kunnu stuttleika sær við, og sum samstundis er læruríkt, sigur Mikkjal.
Og spælið hevur so eisini fingið eitt navn. Spurdur um heitið, sigur Hannis, at hetta er júst eitt av orðunum, sum onkursvegna ímynda spælið.
- Vit vita jú øll hvat tað er, tá tú stendur sum Kánus, men hvaðani stavar hetta orðið? Tað eru jú slíkir spurningar, sum spælið millum annað snýr seg um.
Stóra jólagávan
Í løtuni er tað so arbeiðið at gera sjálvar spurningarnar, sum enn ikki er liðugt. Hesum arbeiðnum hevur Mikkjal staðið fyri, og higartil eru á leið 1.200 spurningar og svør sett saman. Saman við nøkrum royndarpersónum, sum hava verið bæði leik og lærd, hava teir roynt spælið, og sum skilst, so hevur hetta riggað sera væl. Einstakar, smærri tillagingar eru síðani gjørdar, soleiðis at stuttleikin og spenningurin verður sum mest.
Enn resta tó nógvir spurningar afturat. Ætlandi skal talan verða um 500 spurnarkort við seks spurningum á hvørjum, og tað er so ikki nakað, sum bara verður gjørt uttan víðari.
Enn er tó nakað av tíð eftir til jóla, tá spælið ætlandi skal verða liðugt. Teir báðir menninir handan spælið vilja sjálvandi ikki sjálvir doypa spælið til ein »bestseljara«, men vónin er sjálvandi, hetta verður væl móttikið.
Og hetta seinasta man helst lítil ivi vera um. Tað er ikki hvønn dag, at eitt nýtt føroyskt spæl kemur í sølubúðirnar. Og kann hetta samstundis vera viðvirkandi til bæði gaman og lærdóm, so er neyvan nakar sum helst ivi um, pakkin við Kánus verður ein av teimum, sum verður at finna undir heilt nógvum jólatrøum um góðar sjey mánaðir.