Føroyskar kvinnur á Ð-heimasíðu

So ger Ð aftur um seg. Eigari av fyrrverandi blaðnum Ð, Jógvan á Høvdanum skrivar á Facebook, at Ð nú skal aftur á marknaðin - hesaferð sum heimasíða.

 

Ð-blaðið hevur seinastu mongu árini hoppa inn og út av føroyska blaðmarknaðinum. Blaðið, sum vísti lætt ílatnar føroyskar kvinnur, hevur í fleiri førum steðga prentingini, fyri síðani at koma aftur á marknaðin tíð eftir.

 

Hesaferð hevur eigarin av Ð-konseptinum, Jógvan á Høvdanum gjørt av, at Ð skal aftur á marknaðin í heimasíðulíki.

 

Heimasíðan www.faroesemodel.weebly.com skal vera platformurin hjá ungum føroyskum kvinnum, sum vilja royna seg í hesari vinnuni, men higartil eru bert útlendskar kvinnur á síðuni.

 

Jógvan á Høvdanum skrivar á Facebook, at tær kvinnur, sum kunnu hugsa sær at fáa sína mynd á heimasíðuna, kunnu venda sær til hansara á Facebook.