Fótbóltslandskappingin 1998 endaði leygardagin. Úrslitið var mest sum greitt frammanundan, men nú varð tað staðfest, at HB er FM vinnari, KÍ fekk silvurkrónurnar, B36 fekk bronsu, og GÍ so at siga stjól fjórða plássið og harvið Intertoto Cup plássið frá teimum í Runavík, sum sjálvsagt vóru sera vónsviknir.
Í botninum var greitt, at TB í 1999 skal spæla í 2. deild. So er spurningurin, um teir sum hinar báðu fyrru ferðirnar fara at megna at flyta upp aftur beinanvegin. Tvørámenn síggja niðurflytingina sum ein stóran smeit, bæði ítróttarliga og fíggjarliga, men samstundis eru tað fleiri á Tvøroyri og eisini millum ábyrgdarfólkini hjá TB, sum ásanna, at teirra felag í størri mun enn so nógv onnur framvegis kennir sviðan av stóru fólkabroytingunum, sum vóru í Føroyum fyrrapartin av níti árunum. Aldursbólkurin, sum flestu spælararnir koma frá, er lítil á Tvøroyri, og tað tekur tíð at byggja uppaftur. Tað eru ungir og evnaríkir spælarar á Tvøroyri, men tað verða ikki teir, sum fara at bera liðnum komandi ár og tey bæði næstu árini, men teir fara at koma fyri seg. Spurningurin er so, hvussu niðurflytingin ávirkar hugin at spæla, bæði hjá teimum ungu og teimum meiri garvaðu.
Í vónbrotinum leygardagin var tað í hvussu so er ein glotti, at Óli Johannesen boðaði frá, at hann setur TB fremri enn landsliðið. Óli ætlar at spæla við TB komandi ár, og um tað fer at kosta honum landsliðssessin, so verður tað har við.
Sumba fær ein
møguleika afturat
Úrslitini leygardagin vísa, at tað er veldugur munur á bestu liðunum og so teimum, hvørs lutur tað so at siga á hvørjum ári er at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
Sumbingar hildu tvørámenn aftanfyri seg, og teir fáa enn ein møguleika at halda sær í 1. deild. Teir skulu spæla tvær ferðir móti LÍF. Dystirnir verða tey bæði komandi vikuskiftini. Fyrri dysturin verður í Leirvík komandi leygardag, tá fjallgonga má vera fjallgonga í Sumba og í Leirvík. Seinni dysturin verður í Sumba annan sunnudag. At tað ikki verður spælt leygardagin kemst av ólagaligari ferðaætlan, sum hevur við sær, at um dysturin varð spældur leygardagin, so noyddust leirvíkingar at fara suður fríggjakvøld og so sluppu teir ikki norður aftur fyrr enn sunnukvøld.
Endaliga støðan í 1. deild:
HEIMAÚTI
DV-J-TMÁLSV-J-TMÁLV-J-TMÁL
1. HB1814-3-157-19458-0-130-126-3-027-7
2. KÍ1811-5-254-24387-2-033-114-3-221-13
3. B361811-4-359-24377-1-136-114-3-223-13
4. GÍ188-4-648-30285-2-232-143-2-416-16
5. NSÍ188-4-637-28286-2-118-82-2-519-20
6. B68186-4-839-39224-2-321-182-2-518-21
7. VB 185-6-727-40 213-4-211-142-2-516-26
8. ÍF181-8-925-47111-4-413-240-4-512-23
9. SUM182-3-1317-7392-2-511-290-1-87-44
10. TB181-5-1221-6180-4-511-281-1-710-33
Málskjúttar:
Jákup á Borg, B3620
Súni Fríði Johannesen, HB18
Kurt Mørkøre, KÍ18
John Petersen, B3617
Allan Mørkøre, HB17
Sámal Joensen, GÍ13
Henning Jarnskor, GÍ11
Rógvi Jacobsen, KÍ10
Fróði Benjaminsen, B688
Jón Pauli Olsen, VB8
Símun Petur Justinussen, GÍ7
Mariniak Maciej, ÍF7
Óli Hansen, NSÍ7
Milan Culjic, VB7
Ingi Hansen, B686
Øssur Hansen, B686
Andréy Stakhánov, B686
Bárður á Lakjuni, ÍF6
John Hansen, KÍ6
Kári Hansen, NSÍ6
Jens Kristian Hansen, B365
Johannes Joensen, HB5
Áslakkur Petersen, ÍF5
Mortan Hansen, NSÍ5
Alexander Radosavljevic, TB5
Krzystof Popczynski, VB5
Ronnie Samuelsen, B364
Magni Jarnskor, GÍ4
Jens Erik Rasmussen, HB4
Egil Zachariasen, ÍF4
Arnold Joensen, KÍ4
Heðin á Lakjuni, KÍ4
Eirikur Joensen, Sumba4
Einar Petersen, TB4
Eyðun Svalbard, TB4
Ninoslav Milankovic, B363
Mikkjal Thomassen, B363
Aksel Højgaard, B683
Øssur Jacobsen, B683
Jan Petersen, B683
Søren Skov Jørgensen, GÍ3
Súni Olsen, GÍ3
Andrew av Fløtum, HB3
Harley Bertholdsen, KÍ3
Kasper L. Jacobsen, NSÍ3
Christian H. Jacobsen, NSÍ3
Arnfinn Langgaard, NSÍ3
Eyðstein Skipanes, NSÍ3
Spasojé Biberdzic, Sumba3
Dánjal Johan Joensen, Sumba3
Birgir Jørgensen, Sumba3
Óli Johannesen, TB3
Tomislav Sivic, B362
Magni Jacobsen, GÍ2
Rúni Justinussen, GÍ2
John Heri Dam, HB2
Hans Fróði Hansen, HB2
Magni á Lakjuni, HB2
Eyðálvur Petersen, ÍF2
Olgar Danielsen, KÍ2
Marek Wierzbicki, KÍ2
Sjúrður Jacobsen, NSÍ2
Jónstein Petersen, NSÍ2
Thomas Birch, Sumba2
Jan Poulsen, Sumba2
René Thomsen, Sumba2
Dan Mortensen, TB2
Magni Mohr, VB2
Arnbjørn Danielsen, B361
Rógvi Róin, B361
Allan Manai, B361
Bjarni Prior, B361
Jákup Djurhuus, B681
Olaf Højgaard, B681
Arnfinn Olsen, B681
Bogi Petersen, B681
Poul Ennigarð, GÍ1
Jóan Petur Olsen, GÍ1
Svenn Olsen, GÍ1
Rói Árting, HB1
Hallur Danielsen, HB1
Bjarki Mohr, HB1
Rúni Nolsøe, HB1
Viggo Johannesen, ÍF1
Símun Waag Høgnesen, KÍ1
Johan Lützen, KÍ1
Zoran Mancic, KÍ1
Pól Juul Wilhelmsen, KÍ1
Eddie Mikkelsen, NSÍ1
Ken Nónklett, NSÍ1
Sonni L. Petersen, NSÍ1
Jan Albinus, TB1
Tórður Holm, TB1
Zoran Pavlovic, TB1
Dan Djurhuus, VB1
John Eystberg, VB1
Mikael á Lágabø, VB1
Rógvi Thorsteinsson, VB1