Føroyskir bøndur illa plágaðir av villum gæs

LANDAPLÁGA Bóndur mugu standa hjálparleysir og hyggja at ímeðan villar gæs skræða ein stóran part av grøðini í seg

Villar gæs eru ein so stór plága fyri føroyskar bøndur, at nú vilja teir sleppa at skjóta.
Men tað sleppa teir ikki, tí villgásin er friðað og tí mugu bøndurnir bara standa hjálparleysir og hyggja at ímeðan villgæs í stórum tali seta seg í bøin og skræða ein stóran part av grasinum í seg.
Tað er ein gamal trupulleiki, at villgæs sita í bønum og gera sær dælt av grasinum, sum bøndurnir annars høvdu ætlað neytum og seyði.
Hvussu nógv gæsnar eta, er ikki vist.
Tað er Búnaðarstovan nú farin at kanna.
Portalurin umrøddi trupulleikan um vikuskiftið og tá metti Peter T. Haahr, fyrrverandi stjóri á Royndarstøðini í Kollafirði, at gæsnar eta helvtina av grasinum.
Jógvan Joensen, bóndi á Beitisgarðinum á Sandi, sigur, at trupulleikin er so mikið stórur, at tað ljóðar ikki ósannlíkt.
Tað vil Rólvur Djurhuus á Búnaðarstovuni ikki skriva undir upp á fyrstu syftu.
Men hann sigur, at tað er staðfest, at gæsnar eta ein heilt stóran part av grøðini.
Akkurát, hvussu nógv gæsnar eta, eru tey í løtuni í ferð við at kanna.
Og tær kanningarnar verða nettupp gjørdar Inni í Dal, sum hoyrir til Beitisgarðin á Sandi.
Har stikaði Búnaðarstovan eitt stykkið inni í fjør og legði net útyvir, so at gæsnar ikki sleppa framat.
Stykkið er 2 ferðir 18 metrar og á bønum rundan um er eingin seyður, so villgásin er einasta ávirkanin á gróðurin.
- Bæði stykkini vórðu sligin í senn og tað sæst, at tað er heilt munandi meiri gras á stykkinum, sum er innistikað, enn tað var á stykkinum, har gæsnar sleppa framat, sigur hann.
Hann sigur, at í løtuni verður royndirnar kannaðar fyri at fáa eitt nágreiniligt úrslit.
Rólvur Djurhuus sigur, at úrslitið av hesi royndini skal brúkast til at skjalprógva fyri landsstýrinum, hvussu stóran skaða, gásin elvir til.
- Í fjør heittu vit á landsstýrið um broyra fuglaveiðilógina, so at tað verður loyvt at skjóta gás í veltum bøi, sigur hann.
Hann sigur, at sostatt mælti Búnaðarstovan ikki til at loyva veiði eftir gás sum so, men at tað skuldi verða loyvt at skjóta gæs í bønum.
- Endamálið er at styggja hana út í hagan, sigur hann.
Rólvur Djurhuus sigur, at Fiskimálaráðið, sum umsitur fuglaveiðilógina, vildi hava prógv fyri, hvussu stóran skaða gásin ger, áðrenn nøkur stig verða tikin.
- Og tað eru hesi prógvini, vit nú hava útvegað við hesi royndini á Sandi, sigur hann.
Hann sigur, at seinni í ár fer Búnaðarstovan at senda Fiskimálaráðnum eina nýggja áheitan um at geva loyvi til at skjóta gás í veltum lendi, men tá verða skjalprógv løgd við sum vísa, hvussu stóran skaða, gásin ger.
Rólvur Djurhuus sigur, at gásin elvir til skaða at kalla alt árið.
- Tað var í september mánaði í fjør, at royndarøkið á Beitisgarðinum á Sandi varð sligið, men eygleiðingar vísa, at gásin bítur grasið niður allan veturin og at tað er stórur munur á grasinum innanfyri stikið og uttanfyri.
Hann sigur, at trupulleikin er langt frá bara í Sandoy.
-Tað er kring alt landið, har tað verður velt. Tað eru serliga bóndur við mjólkneytum, sum eru illa plágaðir við tað, at teir tæða bøin væl. Harvið verður grasið grønari og tað er serliga hetta grøna grasið, gásin legst á.

Vandi fyri Salmonella
Men vansin við gásini er ikki bara tað, at hon skræðir alla grøðina í seg og traðkar alt niður.
Bøurin verður eisini illa dálkaður við gásalorti. Umframt at tað dálkar grasið illa, er eisini vandi fyri salmonella.
- Eingin veit, hvat villur fuglur ber við sær, men fáa neytini á einum garði salmonella, verður at fjósið avbyrgt og mjólkin verður ikki tikin. Tað verður ein vanlukka fyri bóndan.
Rólvur Djurhuus sigur, tískil er tað komið fyri, at bøndur hava heilt einfalt latið vera við at sláa bø, sum er illa dálkaður við gásalorti.
Jógvan Joensen, bóndi, sigur eisini, at sum av grasinum er so skitið, at er óbrúkiligt til fóður.

Mugu sleppa at skjóta

- Villgæs eru nú ein so stór plága hjá føroyskum bóndum, at okkurt má gerast.??
Tað heldur Finnbogi Midjord, sýslumaður.??
Hann sigur, at tað er hvønn einasta dag, at tríggir, fýra, fimm bøndur ringja til hansara at kæra sína neyð um villgæs, sum herja bø og veltur.??
- Bøndurnir eru komnir í neyð, tí gæsnar rætt og slætt herja bæði bø og veltur og eta alt, sum er fyri, sigur sýslumaðurin.??
Hann sigur, at gamalt er, at ein gás við ungum etur líka nógv sum ryssa við fyli, so tað skal ikki nógv hugflog at hugsa sær til, hvussu stóran skaða, ein gás kann elva til á bønum og í veltum. ??
Tað er serliga í Sandoy, í Sundalagnum og við Skálafjørð, at trupulleikin er stórur, men hann er at kalla allastaðni í landinum, sigur hann.??
Men sýslumaðurin fær einki gjørt, tí gásin er friðaður fuglur og sostatt er ikki loyvt at skjóta.??

Friðingin avtakast
Tískil hevur Finnbogi Midjord nú skrivað landsstýrinum bræv, har hann heitir á myndugleikarnar um at geva loyvi til at skjóta villgás eina ávísa tíð á árinum, um tað so bara var ein mánað, tá ið støðan er ringast.??
Hann vísir á, at bøndur leggja nógva orku og brúka nógvar pengar upp á at sáa og at velta epli, røtur og annað og tí er tað nógv kravt av teimum, at teir skulu noyðast at standa hjálparleysur og hyggja at ímeðan friðaðar villgæs skræða alt í seg. ??
Hann heldur ikki, at hetta kann halda fram, tí endin kann vera, at onkur verður provokeraður at taka lógina í egnar hendur og tað er eingin orsøk at trýsta bøndur út í eina slíka støðu fyri at bjarga grøðini undan villgásini. ??
Hetta er ein trupulleiki, sum hevur verið í fleiri ár, men nú vónar sýslumaðurin, at myndugleikarnir avtaka friðingina, í hvussu so er ein part av árinum.??
Sýslumaðurin vísir á, at í Íslandi er villgásin eisini ein stórur trupulleiki. Men har er loyvt at skjóta og har hava bøndurnir gjørt tað til eina inntøkukeldu at leiga fólki byrsur og loyvi at skjóta eitt ávíst tal av villgás, kanska einar tvær í part.