Talan er um eina líknandi kapping, sum føroyska U17 landsliðið luttók í í Portugal í farnu viku. Tey luttakandi londini í Finnlandi eru umframt vertslandið, Hvítarussland, Albania og fyrrverandi jugoslaviska lýðveldið Makedonia.
Í morgin, 23. september, verður Petur Reinert dómari í dysti millum Hvítarussland og Makedonia. 25. september skal hann døma Finland móti Makedonia og 28. september verður Petur Reinert 4. dómari í dystinum millum Hvítarussland og Finnland. Jens Albert Simonsen verður annar hjálpardómarin í øllum trimum dystunum.
Eisini fyrrverandi Formuladómarin, Niklas á Líðarenda, skal á altjóða uppgávu í hesi vikuni. Seinni í vikuni gongur leiðin til Sarajevo í Bosnia Herzegovina, har Niklas skal vera dómaraeygleiðari og UEFA-umboð í eini EM-undankapping fyri U19 kvinnulandslið. Tey luttakandi londini í hesi kappingini eru Bosnia, Ungarn, Russland og Moldova. Dystirnir verða spældir 25., 27. og 30. september.
Niklas á Líðarenda hevur tvær ferðir fyrr í ár verið úti til altjóða kappingar. Í tveimum umførum í summar hevur hann verið dómaraeygleiðari í sambandi við dystir í UEFA cup. 17. juli eygleiddi hann dystin í Luksemburg millum Racing FC Union Luxemburg og Kalmar úr Svøríki. Og 14. august var hann í Finnlandi og eygleiddi dystin í øðrum umfari millum Honka og Viking úr Noregi, skrivar FSF á heimasíðu síni.