Føroyskir rithøvundar á donskum bókadøgum

Rithøvundarnir Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen luttaka á bókmentadøgunum Løve’s Litterære Dage í Aarhus, fríggjdag 29. apríl til sunnudag 1. mai.


Hetta er triðja árið á rað, at Løve’s Bog & Vincafé skipar fyri hesum bókmentatiltaki í Løve’s Bog & Vincafé, Nørregade 32, Aarhus C.


Næst eftir William Heinesen munnu Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen vera teir føroysku rithøvundarnir, ið eru best kendir í Danmark.


Við ”Tapet mellem århundreder”, sum kemur út um miðjan mai, eru 11 bøkur hjá Jóanesi givnar út á donskum, og Tóroddur kemur honum á baki við 8 týddum yrkingasøvnum, seinast ”Himlen har stjålet mine farver”, sum kom út á forlagnum Politisk revy í 2015.


Umframt teir báðar føroyingarnar verða nógvir navnframir donskir rithøvundar á skránni á bókadøgunum, t.d. Søren Ulrik Thomsen, Peter Laugesen, Niels Frank, Jens Blendstrup og Dy Plambeck, og úr Norra luttekur rithøvundurin Eline Lund Fjæren.


Jóanes er á palli fríggjakvøldið 29. apríl kl. 20.15, og Tóroddur leygarkvøldið 30. apríl kl. 20.00.