Føroyskir næmingar í miðnámsskúlunum, skulu hava møguleika at fáa undirvísing í kinesiskum.
Tað heldur Bjarni Djurholm, tingmaður.
Hann hevur nú lagt uppskot fyri løgtingið um, at kinesiskt skal verða vallærugrein í miðnámsskúlunum.
Bjarni Djurholm heldur, at tað er hent hjá føroyingum at duga kinesiskt, nú Kina av álvara er við at verða eitt búskaparligt heimsveldi.
- Gongdin í Kina hevur við sær, at tað er neyðugt hjá okkum í vesturheiminum at ogna okkum innlit og vitan um kinesiska málið og mentan, skulu vit til fulnar kunna gagnnýta teir møguleikar og klára avbjóðingarnar í framtíðini.
Hann sigur, at risa framgongdin í kinesiska búskapinum og samhandlinum við umhemin hevur ført við sær, at alt fleiri miðnámsskúlar í okkara grannalondum nú bjóða kinesiskt sum valfak.
Bjarni Djurholm sigur, at endamálið við tí er, at næmingarnir læra at lesa, tosa og skilja nútíðar kinesiskt, kallað putonghua.
Harumframt verður undirvíst í kinesiskari mentan og samfelagslæru.
- Skulu Føroyar, sum tjóð, vera virkin í alheimsgerðini, eiga vit at læra av samtíðar gongdini og á besta hátt búgva okkum til komandi avbjóðingar og møguleikar, sigur Bjarni Djurholm.
- Hetta er ikki minst galdandi á skúlaøkinum, har kinesiskt eigur at vera eitt av valfakunum í miðnámsskúlunum frameftir, leggur løgtingsmaðurin afturat.