útisetar
John Petersen flutti í fjør av landinum, og samstundis boðaði hann frá, at hann allar helst hevði leikt sín seinasta landsdyst.
Hvussu tað fór at verða við fótbóltinum, tá hann flutti til Danmarkar, segði hann vera rættiliga óvist, men tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn hann spakuliga kom ígongd. Einar tvær vikur vandi hann við besta hópinum hjá superligu-felagnum í Viborg, men her spurdist so ikki sáttmáli burturúr.
Tað gjørdi tað tó í januar mánaði. Tá var John farin at tosa við tey í Holstebro Boldklub ? HB ? sum hevur lið í triðbestu donsku røðini.
Sáttmáli spurdist burturúr, og í venjingardystunum hevur John í øllum førum staðið seg væl. Í felagnum verður hann lýstur sum ein kropsliga sterkur álopsspælari, sum hevur góð evni at taka lut í uppbyggjandi spælinum, og júst hesar dygdirnar munnu eisini vera tær, sum flestu føroyingar seta í samband við skálamannin. At máltevið eisini framhaldandi er gott, hevur hann longu staðfest í venjingardystunum, har hann hevur verið greður toppskjútti hjá liðnum.
Og hesum hevur HB helst eisini tørv á. Felagið skal í vár stríðast fyri at koma úr niðurflytingarvandanum, sum teir hava verið í størsta partin av árinum.
Føroyskur toppskjútti
Hjá Christian Holst Lamhauge stendur í so máta nakað betri til.
Lyngby, har hálvi føroyingurin er fastur partur av álopinum, var í vetrarsteðginum á einum sætta plássi. Bert tvey stig frá uppflyting.
Og her hevur Christian veruliga gjørt um seg seinasta hálva árið. Í vetur varð hann av mótleikarum í deildini kosin sum ársins profilur í deildini, og einki er at ivast í, at tey í Lyngby eru fegin um, at tað eydnast at leingja sáttmála hansara. Christian Lamhauge Holste er við 13 málum nevnliga toppskjútti í deildini.