FRAMLEIÐSLA
Teymavirkið í Runavík, sum Ove Berg, sáli, í sínari tíð legði lunnar undir, er í dag ein stór fyritøka, sum umframt at hava framleiðslu og sølu av øllum línureiðskapi, eisini eigur stóra handilsbygningin Berglon í Runavík.
Berglon er eitt handilshús, sum er ein samanrenning av trimum handlum í økinum, harav útgerðarbúðin Teymar er ein.
Gólvvíddin í øllum húsinum er tilsamans 1760 fermetrar, men av hesum eru eisini goymsla, skrivstova og starvsfólkarúm. Handilshølini er umleið 1200 fermetrar.
Tá felagið fyri fáum árum síðan bygdi nýggjan og stóran framleiðslubygning í Søldarfirði, flutti øll framleiðslan, sum var í Runavík, inn til Søldarfjarðar, har nøkur fólk arbeiða í framleiðsluni av línuryggum og teymum.
Men gamla Teymavirkið er væl størri enn so, tí fyri longu nøkrum árum síðan keypti fyritøkan eisini Trol-og Snørisvirkið í Klaksvík, sum síðan hevur verið partur av hesi fyritøku.
Rúni Berg, stjóri, sigur, at framleiðslubygningurin í Søldarfirði um út við 2000 fermetrar stórur.
- Gólvvíddin í niðaru hæddini er 1500 fermetrar, og síðan er gólv í einum triðingi av ovaru hæddini, soleiðis at samlaða gólvvíddin er út við 2000 fermetrar tilsamans, sigur hann.
Stórur útbjóðari
Teymavirkið er nógv tann størsti framleiðarin, útbjóðarin og veitarin av línureiðskapi í Føroyum og selir soleiðis ein stóran part av útgerðini til føroysku línuskipini og útróðrarbátarnar.
Rúni Berg, stjóri, sigur, at árið í fjør royndist vánaligt, tá ræður um útgerð til línu-og útróðrarflotan. Hinvegin er líkt til, at árið í ár kanska fer at roynast heldur frægari.
Stjórin vísir á, at størsti parturin av framleiðsluni hjá Teymavirkinum verður seldur í Føroyum, men felagið leverar eisini línureiðskap til skip og bátar í øðrum londum.
- Tað eru serliga teymarnir hjá okkum, sum ordiliga hava sligið ígjøgnum kring um okkum – og víða um heimin.
Hann heldur, at umleið ein helmingur av teymunum, sum virkið í Søldarfirði framleiðir, verða seldir í Føroyum – og hin helmingurin av landinum.
- Vit hava gjørt nokso fitt burturúr hesum, og nú er verulig gongd komin á søluna uttanlands.
Rúni Berg sigur, at Teymavirkið eisini er í holt við at gera umheimin betri kendan við línuna, sum virkið framleiðir.
- Eg veit ikki ordiliga, hvat tað er sum ger, at teymarnir hjá okkum eru so umtóktir og hava sligið so væl ígjøgnum úti á marknaðinum. Vit tvinna teir øðrvísi enn hinir, sum vit kappast við. Teymarnir eru stívir og góðir, og so eru teir eisini kappingarførir í prísi, leggur hann aftrat.
”Loyndarmálið”
Rúni Berg dylir ikki fyri, at Teymavirkið hevur verið meiri ”aggressivt” við marknaðarføringini av teymunum, og hetta hevur nú veruliga víst seg at geva úrslit.
Spurdur nærri um ”loyndarmálið” aftanfyri umtóktu teymarnar, sigur stjórin, at allir teymarnir verða framleiddir úr polyester.
- Teir eru sera væl dámdir, tí teir eru væl snúraðir við góðum strekki, sum hann tekur til. Hetta ger, at teymarnir eru stívir og standa væl út frá línurygginum, sum aftur ger, at teir ikki so skjótt snúðrast um ryggin, sigur Rúni Berg.
Teymavirkið keypir rávøruna í stórum. Hon kemur vanliga í 40 fót bingjum, og tilfarið í eini slíkari bingju liggur vanliga um eini 26 tons hvørja ferð.