Nýbygningar
Olaf Olsen, reiðari, sigur, at ein stórur partur av útgerðini umborð á nýggju trolarunum hjá felagnum er føroysk.
- Fiskireiðskapurin er føroyskur; hann hevur trolvirkið, Vónin, latið, og radioútgerðin er keypt frá Radiohandlinum í Saltangará. Haraftrat hevur maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, bygt og sett arbeiðsdekkið upp og somuleiðis bondini, sum føra fiskin niður í lastina, sigur reiðarin.
Nýbygningarnir eru 38 metrar langir og 9,5 metrar breiðir. Teir eru merktir 462 bt., og maskinorkan er 1305 hk.
- Gomlu skipini eru á leið somu longd sum tey nýggju, men eru merkt 388 bt., sigur Olaf Olsen, reiðari.