Føroyskt fýrverk í Slovenia

Eingin ivi var um, at Grikkaland var ov stórur biti, men føroyingarnir harmast almikið, at teir ikki fingu stig ímóti Slovenia

 

Sunnudagin varð punktum sett fyri føroyska fótbóltsárinum. U?19 landsliðið spældi triðja dystin í EM undankappingini í Slovenia. Aftur hesa ferð løgdu føroyingarnir rygg til tap, men tað høvdu teir ikki so nógv at siga um.

? Grikkaland vann 5?0, og tað var eingin ivi um, at teir vóru væl betri, enn okkara lið var. Vit hava einki at umbera okkum við, men tað taldi sjálvandi skeiva vegin, at fleiri vóru plágaðir av influensu. Hetta hevði við sær, at Gilli Haraldsen ikki fekk spælt í síðsta dystinum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Føroyski venjarin staðfesti aftur, at tað í Slovenia hevur ligið illa fyri hjá føroysku spælarunum at fáa úrtøku burturúr málmøguleikum.

? Tað er harmuligt at síggja. Grikkaland fekk mál burturúr øllum, sum luktaði av møguleika, meðan okkara misnýttu fleiri ferðir. Tá teir eftir ein hálvan tíma skoraðu fyrstu ferð var talan um avrættara eftir horna og útfrá. Teir skoraðu tvær ferðir afturat undan steðginum. Báðu ferðirnar var talan um innlegg úr høgru. Í 2. hálvleiki skoraðu teir eftir flatt innlegg úr høgru. Tá vóru tíggju minuttir farnir, og tíggju minuttir undan leikloki fingu teir brotsspark, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.

Men tú sigur, at tit høvdu fleiri upplagdar møguleikar?

? Sum eg segði, so skal eingin ivi vera um, at grikkar vóru væl betri enn vit, men tað er ikki við síðuna av, tá eg sigi, at okkara spælarar høvdu einar fimm eitt hundrað prosents møguleikar. Tvær ferðir vóru vit púra leysir fyri opnum máli, og tað vil siga, at eingin málverji var í málinum. Aðru ferðina fór royndin úr góðari støðu omanfyri tvørtræið, og hina ferðina var skotið so mikið spakuligt, at ein verjuspælari megnaði at bjarga á strikuni, staðfestir Jógvan Martin Olsen.


Iðraðu seg gular og grønar

Venjarin iðrar seg um, at tapið ímóti Grikkalandi skuldi gerast so stórt, tí hansara spælarar vóru væl við. Men hann og spælararnir iðra seg ógvuliga nógv um, at teir fríggjadagin taptu 3?0 ímóti heimaliðnum, Slovenia.

? Eg havi ongantíð verið úti fyri sovornum. Okkara vóru í hvussu so er eins góðir, sum mótstøðumenninir vóru, og um úrslitið skuldi verða 3?0, so høvdu vit eins væl uppiborið at vinna, sum teir høvdu tað. Málini, sum teir fingu, vóru eisini heilt keðilig. Fyrsta málið var fríspark úr 35 metrum, sum ikki átti at farið í málið. Tá vóru tólv minuttir farnir. Tá teir eftir 78 minuttir øktu var talan um høgan og eftir øllum at døma vandaleysan bólt, sum dalaði í stólpan og í málið. Síðsta málið tríggjar minuttir undan leikloki var heilt margháttligt. Álopsmaðurin hjá teimum var á veg frá føroyska málinum, tá málverjin sendi afturlegging í hælin á mótstøðumanninum. Bólturin stakk í bleytum boga upp um málverjan og í málið. Eg havi ongantíð áður sæð sovorðið, sigur U?19 landsliðsvenjarin.


Gyltar møguleikar

Sambært venjaranum so var tað ein fragd at síggja føroyska spælið ímóti Slovenia.

? Tað vóru ikki bara vit, sum hoyrdu til føroyska liðið, sum frøddust um stóra sjálvsálitið, ið gav seg til kennar í spæli, sum var á hædd við slovenarnar, ið øll vita hava sera gott fótbóltslag og fótbóltssskil.

Tú sigur, at tit eisini høvdu møguleikar í hesum dystinum?

? Hjalgrím Elttør sendi fríspark í tvørtræið, og hann hevði eina roynd, sum rakti stólpan. Gilli Haraldsen sendi úr góðari støðu omanfyri málið, og soleiðis kundu vit hildið á at nevnt fleiri møguleikar.

Men tit fingu einki mál?

? Hagtølini siga, at Slovenia var trý mál betri enn vit. Øll, sum sóu dystin, vita, at soleiðis var tað ikki í spælinum, men tað eru málini, sum telja, og vit harmast almikið um, at tað ikki eydnaðist okkara monnum at fáa mál, sigur Jógvan Martin Olsen, sum í hesi vikuni saman við Karl Vidtfeldt frá FSF er í Budapest á ungdómsstevnu hjá UEFA.


Grikkar bestir

Grikkaland vann EM undankappingarbólkin. Teir vunnu 2?1 á Skotlandi, og tá so Skotland vann 2?1 á Slovenia, var tað greitt, at Grikkaland var best.

Allir teir føroysku spælararnir vóru í dysti uttan málverjin Heini Jacobsen, sum í ár hevur vart málið hjá Sumba í 2. deild. Ætlanin var, at hann skuldi fáa møguleikan sunnudagin, men Heini var so óheppin, at hann koykti fótin undir venjing leygardagin.

Føroyska liðið ímóti Slovenia: Pól N. Joensen, HB ? Áki Petersen, ÍF, Atli Danielsen, KÍ, Jón Rói Jacobsen, liðformaður, HB, Áki L. Hansen, NSÍ (Rókur F. Jespersen, HB, 52.) ? Gilli Haraldsen, Frederikshavn, Jann Ingi Petersen, B68, Símun Joensen, KÍ, Heini í Skorini, B36 (Eli Thorsteinsson, HB, 85.) ? Bjarni Jørgensen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ

Føroyska liðið ímóti Grikkalandi: Pól N. Joensen, HB ? Áki Petersen, ÍF (Bárður Christiansen, HB, 56.), Atli Danielsen, KÍ, Jón Rói Jacobsen, liðformaður, HB, Áki L. Hansen, NSÍ (Eli Thorsteinsson, HB, 46.) ? Bárður Dimon, TB, Jann Ingi Petersen, B68, Símun Joensen, KÍ, Heini í Skorini, B36 (Kári í Lágabø, VB, 75.) ? Bjarni Jørgensen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ