Føroyskt fullveldi er einasta leið

Sambært donsku stjórnini finst hvørki nakar ?ríkisfelagsskapur? ella nøkur føroysk tjóð.

 

Høgni Hoydal

Landsstýrismaður


Sambært donsku stjórnini finst hvørki nakar ?ríkisfelagsskapur? ella nøkur føroysk tjóð.

Hetta hava vit fingið sligið fast teir seinastu sjey mánaðirnar. Tað tekur skorðarnar undan glæstrimyndini um ?javnbjóðis virðing? og ?sjálvstøðugar tjóðir í ríkisfelagsskapi?. Men tað styrkir sjálvstýrisvongin, og hevur gjørt framtíðarstøðuna nógv greiðari.

Árið 2000 gjørdist hendingaríkt á politiska vígvøllinum um fullveldi. Men vit kunnu halda jól í friði og við góðum treysti fara undir eitt nýtt ár.

Tann upprunaliga samráðingarleiðin hjá landsstýrinum hevur liðið skipbrot. Eftir fýra fundir er greitt, at her kemst ikki longur.

Orsøkin er ikki, at tað sáttmálauppskot, vit løgdu fyri stjórnina tann 17. mars, var vánaligt. Eingin hevur enn sagt og eingin kann siga, at hetta uppskot ikki hevði verið ein góður karmur um ein felagsskap millum tvær sjálvstøðugar tjóðir ? ta føroysku og ta donsku.

Orsøkin er heldur ikki, at hetta løgfrøðiliga ella umsitingarliga hevði verið trupult at sett í verk.

Orsøkin til skipbrotið er ikki teknisk. Her vóru eingir trupulleikar, sum ikki kundu verið loystir, um nakar vilji var.

Orsøkin er heldur ikki fíggjarlig. Fyri danska ríkiskassan er peningurin til Føroya piparnøtir. Og danski skattgjaldarin hevði enntá spart einar 20 milliardir komandi 20 árini í mun verandi blokkstuðullskipan

Men eftir sjey mánaðir og fýra samráðingarfundir er greitt, at danska stjórnin ikki hevur nakran vilja til at gera semju um, hvussu føroyska fullveldisríkið verður skipað. Viljin til at steðga fullveldisætlanini er hinvegin ógvuliga sterkur.

Og hetta ber so sera væl til, so leingi vit ikki standa saman um eitt krav í Føroyum, men hinvegin fara at skeldast innanhýsis, tá vit fáa mótstøðu. Okkara ósemjur eru styrkin hjá samráðingarmótpartinum.


Karaktermorð

Fyri at náa hesum máli nýtti donska stjórnin eina sera einfalda strategi, sum var í tveimum:

1) Føroyingar skuldu heingjast út sum krevjandi nassarar, og

2) samráðingarnar skuldu dragast út til tær av sær sjálvum steðgaðu, av antin løgtings- ella fólkatingsvali.

Longu á fyrsta fundi varð henda strategi sett í verk: Øll uppskot landsstýrisins um mannagongdir vórðu kveistrað av borðinum. Forsætisráðharrin vildu hvørki hoyra talan um tíðarætlan, ávegis semjur, felags fundarfrásagnir ella nakað annað, sum vanligt er í slíkum samráðingum. Hinvegin skuldi bara fráboðast, at kosturin varð harður ? áðrenn nøkur samaráðing hevði verið.

Teir fýra fundirnir vóru sjónleikir, sum skuldu fáa tað at síggja út sum um, at danska stjórnin vildi samráðast. Men í veruleikanum vildi hon bert drála.

Stjórnin noktaði eisini at halda samráðingarnar í trúnaði, til tær vóru lidnar. Harvið stóð møguleikin opin fyri hinum partinum av strategiini: At heingja landsstýrið ? og harvið allar føroyingar - út sum nassarar og kraddarar í fjølmiðlunum. Hetta varð eisini longu gjørt í sambandi við tann fyrsta fundin, tá sagt varð, at føroy-ingar í Danmark kostaðu donskum skattgjaldarum fleiri hundrað milliónir árliga. Harafturat varð ført fram, at føroyingar høvdu kravt eina skiftistíð uppá millum 50 og 80 ár. Og síðani hevur ?karaktermorðið? verið framt við hvørt høvi.



Tvey fyri eitt

Karaktermorðið er vorðið alt meira vanligt sum politiskt amboð í nútíðar politikki. Tú fert ikki eftir sakini, men eftir manninum og roynir at seta hann í ringt ljós og gera fólk ótrygg. Hyggið bert at forsetavalstríðnum í USA.

Men karaktermorðið hevur sjáldan nakran sannleika í sær. Soleiðis heldur ikki í hesum føri. Landsstýrið hevur ongantíð kravt hvørki 10, 15 ella 80 ára skiftistíð. Vit hava bara kravt at tað skal samráðast um spurningin ? í samsvari við eina avtalu, stjórnin sjálv undirskrivaði tann 10 juni 1998. Og endamálið var, at stjórnin skuldi sleppa undan at senda føroyingum pengar og at gera eina rímiliga skipan, sum báðir partar kundu liva við.

Strategiin virkaði væl í donskum fjølmiðlum. Allir føroyingar vórðu koyrdir í ein posa og skírdir krevjandi biddarar mótvegis danska skattgjaldaranum.

Og eingin tekur ein nassara í álvara.

Við at gera ta búskaparligu skiftistíðina til eitt stríðsmál í fjølmiðlunum, fekk danska stjórnin tvey fyri eitt: Í Danmark varð málað ein mynd av krevjandi nassarum, sum gjørdi danska veljaran firtnan inn á føroyingar. Men í Føroyum eydnaðist at gera veljararnar ótryggar, tí pengarnir vórðu sagdir at fara burtur eftir heilt stuttari tíð.

Í Danmark var hugsanin, at ?teir krevja ov nógv?. Í Føroyum var hugsanin: ?Teir fáa ov lítið?.

Sostatt fekst danski almenningurin at standa saman í eini mótstøðu móti landsstýrinum, meðan føroyski almenningurin stóð spjaddur.


Tjóðarrættindini á vøllin

Síðani vóru allar royndir hjá landstýrinum støðgaðar til tess at fáa upplýsingar frá altjóða stovnum. Embætisfólk hjá landsstýrinum kundu ikki senda eitt bræv við fyrispurningum til ST. Ongir upplýsingar kundu fáast frá NATO um okkara verjupolitksu støðu. Og føroyskt kundi ikki lýsast sum tjóðarmál.

Við hesum var greitt, at danska stjórnin ongantíð fer at vilja vera við til at gera nakran sáttmála, sum ásetir, at skjeytið til Føroya land verður flutt frá danska ríkisvaldinum til føroysku tjóðina.

Tí vildi landsstýrið á tí fjórða fundinum hava donsku stjórnina at viðurkenna tann veruleika, at føroyingar eru ein tjóð, og at vit tí hava rætt til at taka avgerð um okkara framtíðarstøðu einsamøll og uttan danska góðkenning.

Í fleiri tímar varð togast um hetta á fundinum. Men danska stjórnin vildi ikki undir nøkrum umstøðum viðurkenna hendan veruleikan. Og tí var onki annað at gera enn at slíta samráðingarnar og fara til hús.


Linjurnar eru greiðari

Tað var hart, særandi og eyðmýkjandi at uppliva. Men tað er sera týdningarmikið at vita, tí nú eru linjurnar nógv greiðari í føroyskum sjálvstýrisstríði. Vit vita hvat er gykl og hvat er veruleiki. Vit vita hvørji orð er tóm og hvørji hava týdning. Vit vita, at tá danska stjórnin nýtir orðið ?ríkisfelagsskapurin?, so meinar hon við danska eindarríkið.

Vit vita at danska stjórnin ikki so frægt sum viðurkennir tann veruleika, at føroyingar eru ein tjóð. Á samráðingarfundinum 26. oktober segði danski uttanríkisráðharrin tað sera greitt: Danska ríkið er eitt eindarríki, og í hesum ríki er bara ein tjóð ? tann danska.

Hesa støðu hevur stjórnin, tí ein tjóð hevur rætt til sjálv at taka avgerð um egna lagnu. Danska stjórnin vil, at spurningurin um føroyskt sjálvstýri skal avgerast í fólkatinginum.

Vit vita nú, at forðingin fyri føroyskum fullveldi hvørki er búskaparlig, løgfrøðilig ella teknisk. Forðingin er politisk. Forðingin er, at danska stjórnin ikki vil geva frá sær valdið yvir Føroyum.


Glæstrimyndin er skrødd

At vita hetta, er ein fortreyt fyri at kunna fullføra mál okkara.

Tað er eisini ógvuliga virðismikið, at vit nú vita púra greitt, at tann glæstrimynd, sum føroyskir politikarar og danska stjórnin í felag hava roynt at tekna av Føroya fólks politisku og rættarligu støðu, er skeiv.

Glæstrimyndin er nú endaliga skrødd.

Vit vita sostatt hvar vit standa.

Og hetta tekur ikki á nakran hátt skorðarnar undan føroysku sjálvstýrisrørsluni. Gongdin hevur gjørt tað púra greitt fyri føroyingum, at skulu vit hava eina virðiliga støðu sum fólk, so er bara ein loysn: Vit mugu hava fullveldi! Vit mugu taka fulla ábyrgd!

Eftir stendur eisini, at hetta ikki kann setast í verk í samstarvi við donsku stjórnina. Vit mugu sjálvi leggja alt til rættis í Føroyum.

Og tað er júst tað, landsstýrið nú er farið undir. Vit mugu skipa okkara egnu skiftistíð gera okkara egnu fólkaatkvøðu og taka avgerðirnar sjálvi.

Hetta átti ikki at komið óvart á okkum. Tað átti hinvegin at fingið okkum at staðið saman um at staðfesta okkara grundleggjandi rættindir. Forðingin er jú í veruleikanum ikki danska stjórnin. Hon ger bert tað, sum flestu onnur ríki, vildu gjørt í somu støðu.

Forðingin liggur hjá okkum sjálvum.

Eg ivist onga løtu í, at vit náa á mál. Tí føroyingar eru ikki bara ein minniluti í Danmark, sum tørvar hjálp fyri at yvirliva. Vit eru serstøk tjóð. Ikki bara í yrkingum, men eisini í veruleikanum. Føroyar er okkara land. Og vit vilja taka fulla ábyrgd av tí.