Føroyskt golf á veg fram

Ongantíð áður hevur føroyska liðið í golf staðið seg betur enn hesa ferð, og undan síðsta umfarinum vóru Føroyar nummar 15 av 22 oyggjasamfeløgum, sum er nógv tað besta nakrantíð. Og kvinnuligi spælarin, vit hava við, liggur í ovaru hálvuni

GOLF

 

Føroyskir golfspælarar eru fyri triðju ferð við á Oyggjaleikum, og fyrstu ferð var júst á Álandi, tá leikirnir vóru her fyrstu ferð fyri 18 árum síðani. Eisini vóru føroyskir golfspælarar við á Rhodos fyri tveimum árum síðani.

– Vit eru sera væl nøgd við, hvussu tað hevur hilnast hjá okkum higartil, tí vit høvdu bara sum mál, at vit skuldu royna at flyta okkum so langt frá aftasta plássinum sum gjørligt. Nú bara ein dagur er eftir hjá okkum, eru vit nummar 15 av 22 oyggjasamfeløgum, og tað halda vit vera øgiliga gott, sigur Janus Norðberg, sum er ein av teimum fýra monnunum, sum umboða Føroyar á Álandi.

Hinir tríggir eru Oskar Eiriksson, Rói H. Christiansen og Jonfinn Thomassen, umframt at vit hesa ferð eisini hava eina kvinnu við, sum er Finngerð Sólbjørg Clark.

– Av tí at vit eru fimm, kappast vit menninir bæði sum einstaklingar og lið, meðan Finngerð bara er við í einstaklingakappingini, har tað hevur gingist framúr væl hjá henni, sigur Janus Norðberg, sum letur væl at umstøðunum hjá Ålands Golfklubb, ið heldur til nærhendis Kastelholm-borgini.

– Hetta er ein golfklubbur, sum hevur um 30 ár á baki, men hevur havt so mikið av vindi í seglunum, at nú eru tveir fullir banar her við 18 holum. Umstøðurnar eru framúr, og her er einki, vit kunnu seta fingurin á.

 

Sættu ferð

Finngerð Sólbjørg Clark, sum er við sum einasta kvinnan hesa ferð, er ættað úr Klaksvík, men er gift við einum skota og býr í Edinburgh. Hon er fyri fyrstu ferð við á Oyggjaleikum sum golfspælari, men hetta eru tó ikki hennara fyrstu oyggjaleikir sum ítróttarfólk.

– Eg spældi flogbólt fyrr, so eg havi tilsamans verið fimm ferðir við á Oyggjaleikum sum flogbóltsspælari. Tað er nú nakað síðani, men tá eg so fekk møguleikan at koma við til leikirnar sum golfspælari, ivaðist eg ikki eina løtu, greiðir Finngerð frá.

– Maðurin hjá mær spælir eisini golf og er rættiliga dugnaligur, tí hann hevur eitt handikapp upp á bara tvey. Men hann kann sjálvandi ikki spæla fyri Føroyar, so her má hann taka til takkar við leiklutinum sum caddy fyri meg. Tað tímir hann væl allíkavæl, og so kunnu vit eisini vísa, hvussu javnstøða kann virka í verki, flennir hon.

Ikki kann sigast annað, enn at væl hevur gingist hjá Finngerð á leikunum, tí áðrenn síðsti dagurin byrjaði, var hon nummar 20 av 44 kvinnum í einstaklingakappingini, og sjálv sigur hon seg eisini vera væl nøgda við úrslitið, tí her eru fleiri sera dugnaligir spælarar við.

 

Órógvandi hiti

Ein av føroysku spælarunum, sum ikki hevur verið á Oyggjaleikunum fyrr, er Oskar Eiriksson, ið enntá fekk beiggja sín, Petur Eiriksson, at koma við sum caddy. Petur fekk so eisini yvirtalað ein vinmann hjá sær, Finn Jensen, at koma við, so føroyska liðið er eisini vælmannað uttan fyri sjálvt spælið, tí tað eru verri enn so øll, ið hava caddy við.

– At vit hava teir báðar við, ger tað so øgiliga nógv lættari hjá okkum øðrum. Tá sleppa vit undan at hugsa um annað enn sjálvt spælið, og tað ger góðan mun. Og so dugir Petur so væl at gera mat eisini, at vit liva góða lív her, so skjótt sum golfdagurin er liðugur, sigur Oskar, ið er væl nøgdur við, hvussu tað hevur gingist við spælinum.

– Jú, tað hevur gingið væl, men her er ein øgiligur hiti, og tað órógvar eitt sindur viðhvørt. Men tá er gott at hava onkran at hjálpa sær, so skuggi fæst, tá tað er upp á tað heitasta. Hetta er stuttligt og øðrvísi, enn vit eru von við, tí hetta er ein stór kapping, har tú kanst gera feilir, tú ikki plagar at gera heima. Sjálvur haldi eg, at úrslitini ofta eru betri heima, enn tey hava verið her, men eg eri nøgdur.

 

Fáa fult lið

Tveir av spælarunum, sum eru við hesa ferð, vóru eisini við á Rhodos, og teir eru Rói H. Christiansen og Jonfinn Thomassen.

– Vit fýra menninir eru eitt lið, so vit spæla allir fult umfar hvønn dag. Av tí at trý tey bestu úrslitini telja, hava vit ráð til, at ein spælir illa hvønn dag, og tí hava vit eisini havt møguleikan fyri nógv betri úrslitum, enn vit hava verið vanir við, sigur Rói.

Hann letur sera væl at umstøðunum á Álandi, sum eru munandi betri enn tað, hann hevur upplivað í Danmark, Svøríki og aðrastaðni, hann hevur verið og spælt. Men hóast leikirnir ikki eru lidnir enn, er hann longu farin at gleða seg til næstu ferð.

– Sjálvandi skulu vit senda tey bestu avstað, so verður onkur so góður, at onkur av okkum ikki megnar at koma við næstu ferð, er tað bara at frøast um. Men mest gleði eg meg til, at vit kunnu senda eitt fult lið avstað, so vit bæði hava fýra menn og fýra kvinnur. Hesa ferð er Finngerð einasta kvinnan, men vónandi hava vit eisini tríggjar kvinnur aftrat um tvey ár, sigur Rói.

– Um vit fáa mannað eitt mans- og eitt kvinnulið, hava vit eisini nógv betri møguleikar at fáa betri úrslit, so vónandi verður framgongdin í føroyskum golfspæli so stór, at vit fáa fult lið næstu ferð. Tað eigur í øllum førum at vera eitt mál hjá okkum at røkka undan leikunum á Isle of Wight í 2011.