Føroyskt umboð í toppinum

Nú bert fýra umfør resta í í stóru opnu kappingini, Politiken Cup, í Keypmannahavn, er líkt til at John Arni Nilssen fer at blanda seg í ovarliga í ovaru hálvu


 

160 luttakararar royna seg í hesum døgum í tiltiknu kappingini, Politiken Cup. Millum telvararnar eru níggju stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar.

John Arni Nilssen hevur ognað sær fimm stig av sjey møguligum, og fær hann kendan danskan telvara ímóti sær í áttanda umfari, nevnliga Bo Jacobsen, sum tó hevur verri ratingtal enn John Arni.

Skopuningurin hevur vunnið tey talv, har hann hevur verið favorittur, og hevur hann tapt tvey talv ímóti tveimum stórmeistarum.

GM Nick de Firmian var sera heppin at vinna talvið teirra millum, tá John Arni tíverri leikti avgerandi feil í betri støðu og mátti eftir hetta leggja árarnar inn.


Onnur standa seg væl

Ikki bert hevur John Arni av føroyingum higartil havt góð úrslit. Herluf Hansen úr Havn hevur sanniliga eisini telvað væl, við eitt nú tveimum góðum javnleikum ímóti nógv sterkari mótstøðu, har tann eini var sera sterki IM Klaus Berg.

Í sjeynda umfari vann hann eisini óvæntað á sterkari mótstøðu, og hevur Herluf fýra stig sum er eitt flott úrslit.

Kollfirðingur Hans Kristian Simonsen hevur eisini leikt væl, og hevur somuleiðis fýra stig sum er yvir tað væntaða.

Miriam Olsen hevur trý stig og er tað á góðari leið.

Á odda liggur russin GM Alexander Rustemov við 6,5 stigum, meðan danin GM Peter Heine Nielsen á øðrum plássi hevur seks stig.

Nevnast kann at Atlantic Airways stuðlar kappingini, og skulu teir hava takk og virðing fyri at vísa talvi áhuga. Fylgjast kann við kappingina á www.kbhsu.dk.