Dysturin í Parkini sunnudagin hevði serligan áhuga millum føroyingar orsakað av, at bæði feløgini hava føroyskar leikarar á lønarlistanum.
Men tá tað sunnudagin gjørdist greitt, at Todi Jónsson als ikki var við í hópinum, og at Andrew av Fløtum var á beinkinum hjá Fremad Amager, var dysturin ikki eins áhugaverdur, sum hann kundi verið.
Todi tykist at hava torført við at koma innaftur í hitan eftir at hava drigist við ein av teimum mongu skaðunum, ið hava darvað hansara yrkisleið seinastu árini. Hóskvøldið fekk hann eini tíggju minuttir á vøllinum í 2-2 javnleikinum ímóti Rosenborg í Royal League. Hann megnaði eisini at leggja upp til útjavnandi málið í seinasta minutti. Men sunnudagin varð hann so settur heilt uttanfyri. Spennandi verður at síggja, hvørja framtíð Todi hevur sum áleypari hjá FCK.
At Andrew var á bonkinum var ikki nakað stórt yvirraskilsi, men fleiri av okkum høvdu vónað, at venjarin hóast alt fór at vísa føroyinginum álit og hava hann við í byrjunaruppstillingini. Tað var tó hugaligt at síggja Andrew royna seg ímóti teimum stóru í donskum fótbólti.