Super8-filmurin hjá Mariannu Mørkøre og Mariu Arnell, sum bleiv tikin upp í samband við fotomyndarøðina ?Fragmented Unison?, er úttikin til altjóða filmsfestivalin 700IS
Festivalurin verður hildin á Egilsstøðum, 24.-31. mars. 700IS er ein festivalur fyri eksperimentella films- og videolist, og er tann einasti av sínum slag í Íslandi.
Fragmented Unison-filmurin er ein stummfilmur á góðar 2 min. Eins og fotomyndirnar hevur filmurin ein surrealistiskan dám við íblástri úr sterkum grafiskum kompositiónum, har tann klassiska føroyska náttúrumyndin er sett saman við fimm einsháttaðum gentum.
Hetta er triðju ferð, at festivalurin verður hildin, og hevur hann fingið vaksandi áhuga hjá filmslistafólkum úti í heimi. Hesa ferð vóru 500 filmar latnir inn til festivalin, har Fragmented Unison er millum teir 90 útvaldu filmarnar. Tá festivalurin er komin at enda, velja úttøkunevndin og áskoðararnir teir bestu filmarnar, sum skulu umboða filmsfestivalin í øðrum londum.
Til ber at síggja Fragmented Unison-fotomyndirnar á www.marmar.nu/photography
og meira um filmsfestivalin á www.700.is