Føroysku skipini rokast í makreli

Nú føroysku uppsjóvarskipini av álvara rokaðust í makreli í endanum av seinastu viku, hevur verið neyðugt at bíða eftir landingartørni. Finnur Fríði, sum kom á Tvøroyri fyrrapartin fríggjadagin, er enn ikki liðugur at landa tey umleið 1500 tonsini av makreli, sum teir saman við Tummari T fingu í tveimum hálum

Vilmund Jacobsen

Tað kann arga vinnuna, tá fjøl­miðlar stundum bera tíð­indi um, at nú gongur makrelurin skjótt úr føroysk­um sjógvi. Tað er líka sum, at mið­la­r­nir gera seg klókar upp á gongdina. Eftir nakrar dag­ar broyrist alt, og skipini rok­ast aftur í makreli - og kanska enn meiri enn nakr­an­tíð áður.
Hetta var tað, sum hendi í síðstu viku. Eftir, at miðlar høvdu borið tíðindini um, at nú fór makrelveiðan í før­oyskum sjógvi helst at hal­da upp at skjótt, hava skip­ini havt rættiligan rok­fiski­skap.
Skipari á Finni Fríða er Andri Hansen, og Rasmus Mikkelsen úr Syðrugøtu er stýri­maður. Pápi Andri, Arni Han­sen úr Syðrugøtu, hevur eisini ført skipið fleiri túrar í ár. Rasmus hevur verið við Finni Fríða, síðan skipið kom, og fyri ta tíð var hann í nógv ár við Tróndi í Gøtu.

Makrelrok
Tá Sosialurin í morgun hitti Rasmus Mikkelsen, lat hann væl at veiðini seinastu dagar­nar á undanfarna túri.
- Vit komu á Tvøroyri fríggja­morgunin klokkan 10. Henda túrin partrolaðu vit við Tummari T. Hósdagin høvdu vit tvey hál, har annað var stívliga 800 tons og hitt nakað minni. Veiðan hesi bæði hálini var sløk 1500 tons.
Hann sigur, at hósdagurin tó ikki var nakar serstakur dag­ur í so máta, tí nógvir dag­ar á makrelveiði hava verið góðir í heyst.
- Hósdagin vóru vit einar 10 fjórðingar úr markinum til ES-sjógv, men eg havi skilt, at skipini nú aftur eru nakað norðari í føroyskum sjógvi, kanska einar 50 fjórðingar úr markinum til ES-sjógv.
Hann sigur, at tað neyvan er rætt, at allir makrelurin er á veg úr føroyskum sjóg­vi, tí um dagarnar hava ís­lendsk skip eisini havt góða makrel­veiði á markinum millum Før­oyar og Ísland.
- Minnist eg rætt, fiskaðu før­oysku uppsjóvarskipini makrel nakrar dagar út í okto­ber mánaða í fjør, og verð­ur heystið í ár, sum árið í fjør, kunnu vit vænta, at makrel­ur verður veiddur í føroyskum sjógvi í ein mánaða aftrat ella so.

Tað tekur tíð
Rasmus Mikkelsen vísir á, at undan teimum á Tvør­oyri hesaferð andaðu fyrst Høgiklettur og síðan Saksa­berg.
- Vit hava soleiðis ligið inni síðan fríggjamorgunin. Í løtuni eru 950 tons komin upp úr lastini, og enn eru 500 tons eftir. Vit vænta, at klárt verður at loysa aftur til nýggj­an túr einaferð seint í kvøld ella út á náttina,
Hann sigur, at flestu upp­sjóv­ar­skipini á feltinum par­trola, og skipanin er vanliga hon, at tann, sum hevur ver­ið longt á feltinum, eigur tørn til at sigla til lands við veið­ini.
- Eg haldi, at taå riggar óføra væl at partrola eftir, sig­ur hann.
Rasmus heldur, at veður­lagið ikki minst hev­ur týdn­ing fyri, hvussu makrel­fiski­skap­urin eydnast.
- Tað er alla tíðina soleiðis, at fiskur og soleiðis eisini veiða flytir seg, og sjáldan verð­ur roynt í sama øki leingi. Tað eru so nógv viðurskifti, sum spæla inn, tá ræður um veiði eftir uppsjóvarfiski.

Nógv sild
Stýrimaðurin á Finni Fríða sigur, at rættiliga nógv sild er at síggja í føroyskum sjógvi, og uppsjóvarskipini royna at finna leiðir, har makrelveiðan er so rein sum tilber.
- Tað er ikki tí, at vit ikki hava loyvi at veiða sild, men tað passar betri virkinum, tá veiðan er rímiliga rein, so­leið­is at neyðugt ikki verður við so nógvari orku til skiljing.
Rasmus heldur, at árið í ár teknar seg rættiliga væl hjá uppsjóvarflotanum, og tá makrelurin fer at minka í føroyskum sjógvi einaferð sei­n­ni í heyst, verður sildin ikki minst spennandi at fara eftir, tí tað hevur víst seg, at sild­in er allastaðni, sum hann tek­ur til.
- Tað er sjálvandi spell, at prísurin ikki er betri. Í seina­stu­ni hava vit fingið um­leið 4,50 krónur fyri kilo av makreli - og 2,50 fyri kilo av sild, sigur stýrimaðurin á Finni Fríða, Rasmus Mikkel­sen.