Føroysku venjararnir eru ov stirvnir

Fótbóltur: Og ungu leikararnir fáa ov lítið av individuellari venjing. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum hjá Kára Reynheim, sum fyrr taldist millum allabestu leikararnar í Føroyum, men sum í dag er farin hinumegin kritaðu síðulinjuna, við tað at hann seinastu árini hevur roynt seg sum venjara í Noreg

Fyri nøkrum árum síðani var hann allarhelst besti leikarin í Føroyum. Fáur leikari kundi eins og hann dribla, finta og snúgva sær á vøllinum, og tá lagið var hitt rætta, var tað ein sonn fragd at síggja, hvussu hann kundi hand- (ella fót) fara rundu leðurkúluna.

Seinastu árini hevur Kári Reynheim verið í Noreg, har hann sum fyrsti føroyingur hevur roynt seg sum venjari uttanlands.

Sosialurin hevur hitt Kára, og hava vit tosað við hann um árini í føroyskum fótbólti, menningina fyrr og nú og nýggju yrkisleið hansara sum venjari.

Fryntligur, sum hann altíð er, stóð kaffi klárt á borðinum heima hjá mammuni, og longu áðrenn samrøðan var byrjað, lat hann fyrsta skotið fara, tá hann skuldsetti myndamannin fyri at hann í bølamyrkri í 1976 hevði verið við til at taka einasta meistaraheitið, sum Kári ikki fekk í yngru deildunum.


Hevur verið víða um

Um vit byrja við at taka samanum tína leið sum fótbóltsspælari, hvussu hevur hon so verið?

? Eg kom á fyrsta lið HB í 1982, og leikti so við teimum fram til 1985, tá Jóannes Jacobsen og eg fóru til Noregs at royna okkum í næstbestu deildini.

? Eftir eitt ár í Noreg fór eg aftur til HB, áðrenn eg í 1988 fór til B36. Við B36 leikti eg so í 1988 og fyrru helvt av kappingarárinum 1989, meðan eg var í Danmark seinnu helvtina av hesum kappingarárinum. Kom so aftur til B36, har eg leikti árini 1990 til 1992. Fór síðani aftur til HB, har eg leikti í 1993, áðrenn eg í 94 fór til Sørvágs at vera venjari.

? Eftir hetta fór eg á elituvenjaraskúla í Aalborg í eitt ár, og heimafturkomin var eg í tríggjar mánaðir í HB. Tá fekk eg so tilboð úr Noregi at koma hagar at gerast venjari í bestu kvinnudeildini saman við einum floksfelaga frá venjaraskúlanum. Eftir at hava verið venjari hjá kvinnuliðnum í eitt ár, var eg árið eftir venjari hjá einum liðið í 2. deild (triðbesta mansdeildin).

? Seinasta ár fór eg so undir norsku venjaraútbúgvingina, áðrenn eg í ár fór til Jotun, sum leikar í 3. deild. Jotun liggur annars innast í Sognefjord, sum er heilar 183 kilometrar langur, og er tað ikki so langt frá Sogndal, har Julian og Kurt eru, og haldi eg tað vera sera gott at teir báðir eru komnir. Tað tekur undir 1 tíma hjá mær at koyra yvir til teir.

So er tað kanska soleiðis at tit síggjast av og á?

? Ja, teir spæla vanliga sunnudag, og árið hjá okkum hilnaðist somikið væl, at vit komandi ár skulu spæla í 2. deild, so tá skulu vit spæla leygardag.

Hvussu gekk kappingarárið so?

? Tað gekk fyri so vítt gott alt árið. Eg var einsamallur venjari, og tók mær sjálvandi fyrst og fremst av 1. liðið, men so fylgdi eg eisini upp uppá dystirnar hjá 2. liðið. Eisini fylgdu eg arbeiðnum á dreingjaliðnum upp, so tað hevur verið rættuliga strævið.


Arbeiðir við teimum yngru

So hevur tú eisini havt nakað við ungdómsarbeiðið at gera?

? Ja, og eg havi eisini brúkt nógvar ungar leikarar í dystum okkara, og havi teir allir klára seg ótrúliga væl. Alla fyrru helvt av kappingini vóru einir 4-6 mans uttanfyri við skaða, so eg varð noyddur at brúka ungu leikararnar, og hava teir gjørt tað sera gott. Eg hevði m.a. tveir seinna árs dreingjaleikarar og 3 fyrsta árs unglingar við, og hóast teir ikki allir fingur eins nógvar dystir, so var onkur, sum spældi so at siga alla tíðina.

So eftir umstøðunum ert tú sera væl nøgdur við árið?

? Sjálvandi, tí tá eg byrjaði, vóru tað fleiri spælarar, sum ein frammanundan hevði roknað við, sum ikki kundu spæla, orsakað av skaðum, so eg eri sera væl nøgdur. Fakiskt ynskti eg ikki at flyta upp í ár, tí vit hava so ungt fólk, eins og vit hava spæla eitt nýtt system inn. Vit hava arbeitt øgiliga nógv við offensiva spælinum, og tað hevur altso gingið somikið væl, at vit nú eru fluttir upp.

? Hetta merkir so tað, at avbjóðingarnar komandi ár verða tað størri. Enn hava vit so ikki nakra tilgongd av leikarum, men tað fái eg so at síggja í januar mánaði, um nakað verður.

Hvussu er annars við pengum í felagnum. Sjálvur arbeiðir tú hálva tíð, og hvussu er við leik?arunum?

? Ja, eg eri sjálvur hálva tíð í felagnum, og leikararnir hava eisini sáttmálar, men eg veit ikki rættuliga, hvussu nógvir pengar eru í tí. Summir leikarar hava sáttmála við felagið, meðan tað eisini eru leikarar, sum hava sáttmála við privatpersónar, sum stuðla felag?num. Orsøkin til at felagið hevur sáttmála við leikararnar er sjálvsagt, at teir vilja forða fyri at leikarar fara til størri feløg, uttan at felagið fær nakað aftur fyri.

Talan er ivaleyst um nógvar evnaríkar leikarar, tá tú hevur nýtt somikið nógv av øðrum fólki, men hvat hevur serliga verið tykkara styrki í ár?

? Styrkin hjá okkum hevur fyrst og fremst verið, at vit hóast nógvar skaðar hava leikt rættuligan góðan fótbólt, eins og moralurin á liðnum hevur verið einastandandi góður. Sum áður sagt, so hava teir ungu leikararnir gjørt tað ótrúliga gott. Sogndal hevur eisini ligið framvið eftir onkrum, men vit søgdu nei takk. Sogndal er annars eitt av peningaligu sterku feløgunum í Noreg, serliga eftir at teir seldu Eirik Bakke til Leeds fyri einar 45 mio.kr.

Hava teir ikki eisini selt onkran av Flo monnunum ella hvussu?

? Jú, Tore Andre Flo fór nokk har frá til Bergen, áðrenn hann varð seldur til Chelsea, men upprunaliga kom hann frá Stryn, sum vit eisini leiktu ímóti í ár. Tá vit spældu á útivølli móti teimum, var hann eisini millum áskoðarnar, og tað varð nokk so nógv tosað um. Tað vara bæði stuttligt og hugnaligt at vita, at onkur somikið kendur leikari var til staðar.


Farin undir

venjaraútbúgving

Tú nevndi í áðni, at tú hevur lisið til elituvenjara í Danmark, men hevur tú ikki eisini tikið onkra norska venjaraútbúgving?

? Jú, teir hava tað, sum eitur A, B, C og D, og av hesum mangli eg nú bert D skeiðið. Hesi skeið eru eisini á elitu støði. Eg havi ikki sett meg inn í, um henda útbúgving hevur UEFA góðkenning, eins og tann danska hevur, men sjálvur haldi eg hesi útbúgving vera rættuliga góða. Tað vísir seg eisini, at tað eru rættuliga nógvir norðmenn uttanlands, sum klára seg heilt væl.

Donsku útbúgvingarnar hava eisini fingið eitt sindur av kritikki seinastu árini?

? Ja, teir hava ikki klára seg eins væl nú, sum teir hava gjørt, men eg haldi eisini at hetta hongur saman við, at tann norski fótbóltsstílurin passar betur til serliga tann enska. Talan er í nógv størri mun um systemvenjing, har leikarar læra at arbeiða undir einari skipaðari spælætlan, soleiðis at teir eru betri fyri taktiskt.

Eisini haldi eg teir gera meira við individuella venjing, og tað sæst eisini aftur í avrikunum hjá einstøku leikarunum.

Hvat heldur tú vera tað týdningarmesta, sum tú hevur lært á bæði danska og norska venjaraskúlanum?

? Fyrst og fremst tað teoretiska. Somuleiðis arbeiðir tú nógv í praksis undir kønari vegleiðing. Líkamikið um tú ert elektrikari ella fótbóltsleikari, so hevur tað nógv at siga, at tú útviklar teg alla tíðina, og lærir at kombinera teoriina við tínum royndum sum t.d. fótbóltsleikari. Hetta ger eisini, at man hevur størri tilvitan um, tað man ger, tá man venur leikararnir.

Eg føli meg eisini sterkari, tá eg kann argumentara fyri, hví man arbeiðir sum man ger. Tað eru jú fleiri hættir at spæla fógbólt upp á, og tað er týdningarmikið at tú kanst selja tína filosofi yvir fyri leikarunum. T.d. vil eg gjarna at mítt lið spælir offensivt, og tað kemur eisini frá mær sjálvum.

Ja, tú hevur ongantíð verið nakar verjuspælari ella ein serliga defensiv typa?

? Jú, um tú hyggur eftir tíðina á landsliðnum, so vil eg siga at eg var rættuliga defensivur. Men eisini sum áleypari hevði eg mínar defensivur skyldur. Tað er jú soleiðis, at tú sum áleypari ert fyrsti verjuleikari.

Men sjálvur haldi eg, at tað í Føroyum, og partvíst eisini í Noreg verður arbeitt øgiliga nógv við tí defensiva. Eg havi so sjálvur valt at arbeiða øgiliga nógv við tí offensiva, og tað ætli eg mær eisini framhaldandi at gera, men komandi ár vóni eg at tað verður tíð til at arbeiða meira við tí defensiva.

Í veruleikanum ræður tað jú bara um at skora meira mál enn hinir, so hevur tú jú vunnið?

? Ja, vit hava eisini vunnið onkran dyst 5-4, men vit hava framvegis vunnið, og tað er stuttligari enn at vinna 1-0. Vit hava koyrt á alla tíðina, sjálvt um vit hava verið frammanfyri við einum ella tveimum málum. So kann man diskutera um tað altíð hevur verið rætt, men gjøgnumgangandi hevur tað verið rætt, tað ivist eg ikki í.

Hvørjar ambitiónir hevur tú so víðari í Noreg?

? Tað veit eg ikki í løtuni. Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum, og eg havi verið so heppin, at eg alla tíðina havi fingið nýtt venjarastarv. Men tað er ein spurningur um, hvussu gott arbeiði tú letur úr hondum, og har telur ein uppflyting sjálvandi við á pluss-síðuni.

? Fyri at koma aftur til sjálva venjaraútbúgvingina og tað at brúka tínar royndir sum leikari, so vil eg eisini siga, at man næstan skal vera sálarfrøðingur fyri at vera venjari. Tú skalt vera positivur alla tíðina, ikki hanga teg í tað negativa, og eisini duga at vera erligur mótvegis leikarunum. Kanska serliga, um tað er onkur, sum er settur á beinkin. Tað vil jú altíð vera onkur, sum er ónøgdur, men yvirhøvur haldi eg, at tað hevur gingi sera væl hjá okkum í hesum kappingarárinum.

Tað verður kanska tyngri komandi ár, um úrslitini ikki verða eins góð?

? Ja, tað verður í hvussu so er ein ótrúliga stór uppgáva. Men tað kann eisini vera, at tað fer at ganga gott, tað veit man ongantíð upp á forhond. Annars eru ambitiónirnar sjálvandi at gerast ein betri venjari og at koma víðari. Sum spælari havi eg ikki longur tær heilt stóru ambitiónirnar. Eg havi øgiliga góðan hug at spæla, men eg haldi meg hava lættari við at fáa míni sjónarmið fram, tá eg bara eri venjari. Eg havi so spælt eitt sindur við eykaliðnum hjá okkkum, og tað er framvegis stuttligt, men meira verður tað ikki til. Sum venjari skal man altíð royna at gerast betri.


Venjari í Føroyum

er ein møguleiki

At gerast venjari í Føroyum er kanska nakað, sum liggur langt burturi?

? Nei, fyri sovítt ikki. Tað hevur eisini verið soleiðis, at eg havi einki tilboð fingið. Eg havi søkt, men enn havi eg so ikki fingið nakran møguleika. Hvat liggur aftan fyri tað, tað veit eg ikki.

Fleiri finnast eisini á, at føroysku venjararnir verða mettir ov lágt av føroysku feløgunum. Nógv seta kanska ein útlending, sum bara fæst við at vera venjari, ímeðan tann føroyski má arbeiða fulla tíð, fyri síðani at fara niðan á vøllin eftir loknan arbeiðsdag?

? Teir hava nokk spýtt meira pengar í útlendingar, men eg vil siga tað soleiðis, at eg skilji væl tey feløgini, sum hava sett útlendskar venjarar. Sjálvur haldi eg, at sum leikari heima í Føroyum, so var talan alla tíðina um tað sama. Alt stóð so at siga í stað. Fyri at gerast betri var man noyddur at venja nógv sjálvur, tí tað var eingin individuel venjing. Fyri so vítt var røddin einasti munur, tá venjarin varð skiftur út.

? Eg meini at tað eigur at verða vant nógv meira individuelt. Vit kunnu ikki bara renna runt á vøllinum, tí tempoið í dag er vorðið somikið høgt, at leikarar duga ikki at avlevera bóltin nóg neyvt. T.d. hava vit vant einar 30-45 minuttir individuelt so at siga hvønn dag. Tú kanst ikki bara venja eina heild, fyri at menna ein leikara individuelt, tí teir hava alt ov ofta bóltin sjálvir. Teir nerta við bóltin, og skulu síðani bíða í 5 minuttir, til teir fáa hann næstu ferð. Kanska var tað ikki galdandi fyri meg, tá eg spældi (alstórur látur). Tað siga summi í hvussu er, men eg veit ikki um tað passar (meira látur).

? Nei álvaratos, so kanst tú fara at hyggja eftir, tá piltar ella smádreingir spæla, og tel so eftir, hvussu nógvir so at siga ongantíð nerta við bóltin. Tað ger teir í hvussu so er ikki til betri leikarar, at spæla 11 móti 11, tá tað so at siga bara eru 3, sum skiftast um at hava bóltin. Hetta merkir eisini, at tann grundleggjandi menningin hjá leikarum heima í Føroyum manglar.

? Eg vandi annars undir Tomislav Sivic hjá B36 eina viku seinasta ár, og tá sá eg nakað av tí, sum eg havi saknað nógv í føroyskum fótbólti. So eg haldi, at føroyingar bara eiga at brúka tað positivt, tá útlendingar koma hendavegin at verða venjarar, sjálvt um tað sjálvsagt eisini eru fleiri, sum als ikki eru egnaðir til at verða venjarar.

? Generelt haldi eg tó, at tað sjálvandi er positivt, tá føroyskir venjarar fara til Danmarkar at útbúgva seg, ella verða útbúnir eftir donsku skipanini, men aloftast væntar teimum at hava sína egnu fótbóltsfilosofi. Serliga offensivt, tí í verjuni kanst tú fyri so vítt bara velja millum sonu- ella mansuppdekking. Tað, sum eg meini við, er, at føroysku venjararnir sjálvsagt hava eina góða útbúgving, men teir mugu eisini royna at endurútbúgva seg og læra nakað nýtt uttan ífrá.

Tú meinar kanska eisini við, at tað kann vera ein vansi, at t.d. ein dreingja- ella unglingaleikari venur piltarnar o.s.fr.?

? Jú, men tað positiva er tað, at teir ungu venjararnir sjálvandi eisini gera sítt besta, men eg haldi at teir áttu at fingið meira hjálp og vegleiðing undir venjingini.

? Eisini kundi tað verið eitt hugskot, at nýtt teir leikarar meira, sum í dag fáa pening frá feløgunum. T.d. kundi verið sagt, at hetta er ein partur av arbeiðinum í felagnum, sum teir jú fáa løn fyri at gera. Tað er eisini stuttligt hjá yngru leikarunum, at t.d. ein landsliðsleikari er venjari hjá teimum. Teir síggja jú upp til hesar leikarar, og vilja tískil gera meira við tað.


Vildi royna nakað nýtt

Um vit so loypa nøkur ár aftur í tíðina, hvat var so orsøkin til, at tú í 1988 valdi at fara úr HB og yvir í B36?

? Nei, tað var kanska tað, at eg kom ikki víðari. Um eg so má siga, so helt eg meg sjálvan verða læstan inni í systeminum hjá HB, og føldi eg tískil ikki, at míni evni komu til fulla nyttu.

? Eg meini eisini at eg fekk ein annan leiklut á B36 liðnum enn tann, sum eg hevði í HB, eg fekk fríari teymar. Sjálvandi skal eitt system vera at spæla eftir, men fótbóltur kann eisini gerast ov taktiskur, og tá hendir nærum einki. Verður tað heila ov taktiskt, hugsa leikararnir bert ein leik fram, og í so máta er fótbóltur sum talv. Tað ræður um at hugsa fleiri leikir fram.

? Eg meini annars, at tað var ein røtt avgerð, sum eg tá tók, við tað at bæði eg og B36 fingu nakað burtur úr hesum (Kári varð m.a. kosin ársins leikari í bæði 1990 og 1991).


Skeiv mannagongd í B36

Ofta verður sagt, at tað torførasta er at fara yvir um aftur, tá tú fyrst ert farin frá barndómsfelaganum, men tú fór so aftur til HB í 1993?

? Hjá mær var hetta ongantíð nakar trupulleiki, tí eg hevði eina grundgeving fyri hesum. Grundgevingin var, at eftir mínum tykki eigur ein venjari at liggja í hvussu er eitt støði yvir leikarunum, og tað visti eg fór ikki at verða talan um, tá eg fekk at vita, at Wiesczek, sum annars var ein fínur málverji, skuldi til Pólands at finna ein venjara til B36. Eg fekk hetta ikki hanga saman, og greiddi eisini leiðsluni frá mínum sjónarmiðum, og gjørdi greitt, at eg fór ikki at góðtaka hetta, tí eg væntaði at tað fór at verða tað reina kaos, tí eg visti, at Wiesczek fór at taka meira og meira yvir, við tað at hann eisini fór at verða tolkur. Eftir mínum tykki skuldi hann hildið seg í málinum og passa sítt har afturi, og so annars ikki átikið sær eina uppgávu, sum hann ikki var førur fyri at loysa.

? Eg segði sum sagt mína hugsan, men eg hoyrdi ongantíð nakað aftur, og eg má siga, at eg varð rættuliga vónbrotin av hesum. Eg hevði gjarna vilja hildið fram í felagnum, men ikki undir hesum treytum.

Hvussu við landsliðnum, har vart tú eisini í nøkur ár?

? Eg byrjaði á landsliðnum í 83, og havi sostatt leikt rættuliga nógvar dystir, men í yvirlitinum hjá FSF eri eg bert skrásettir fyri 27 dystir. Hetta er av tí, at teir nú einans skráseta dystir við altjóða góðkenning, og onkuntíð kann tað virka eitt sindur keðiligt. Eg meini, tað vera keðiligt hjá einum leikara, sum hevur nýtt stóran part av bæði frí- og arbeiðstíð sínari fyri at umboða Føroyar, at hann á tann hátt skal verða strikaður og gloymdur, bert tí Føroyar ikki vóru limir í altjóða fótbóltssamgongum tá hann leikti.

? Sjálvur havi eg sum sagt leikt 27 skrásettar og umleið 25 ikki-skrásettar landsdystir, so samanlagt er talan um góðar 50 landsdystir.


Páll var ein knassi

Hvussu heldur tú, at menningin hevur verið á landsliðnum hesi árini?

? Tá vit komu upp í altjóða fótbólt merkti hetta fyrst og fremst, at tað varð hugsað nógv meira um tað defensiva. Persónliga dámdi mær ikki so væl, at eg varð settur út í vinstra borð, men eg spældi so har øll árini, og var eisini stoltur av at umboða Føroyar.

? Menningin var annars øgiliga stór tey bæði fyrstu árini. Tað var sjálvandi eisini ein stór gularót at verða við í altjóða dystum, og gjørdi hetta eisini, at leikararnir løgdu nógv meira fyri, tá teir vandu, so framgongdin var øgiliga stór í byrjanini.

? Seinni helt eg, at vit komu ikki víðari í menningini, og eg haldi at vit skuldu havt skift venjaran út eitt sindur fyrr. Ikki tí, Páll gjørdi eitt einastandandi gott arbeiði fyrstu árini, og tað var eingin annar, sum tordi at átaka sær uppgávuna. Hann gav okkum eitt ótrúliga gott sjálvsálit og var øgiliga nærlagdur. At vit so vóru ósamdir onkuntíð, tað má man taka við.

? Tey næstu árini haldi eg tó, at vit áttu at skift venjara, tí vit komu sum sagt ikki víðari í menningini. Sjálvur helt eg, at vit skuldu royna at spæla meira offensivt, bara nakrar fáar metrar longur niðan á vøllin, tí vit lógu altso niðri í egnum brotsteigi og spældu. Ikki soleiðis at vit skuldu blaka alt fram, men bara eitt sindur meira fram á vøllin. T.d helt eg sjálvur, at vit áttu at satsa meira upp á Toda í byrjanini, men tað varð so ikki gjørt.

? Persónliga haldi eg, at besti dysturin hjá okkum var móti Wales, sjálvt um úrslitið ikki var nakað at reypa av, men tann dystin royndu vit eisini at mynda spælið. Eg var eisini væl nøgdur sjálvur, við tað at eg hendan dystin leikti sentralt í miðjuni. Næsta dystin varð liðið aftur broytt, so alt var við tað gamla, og tað dámdi mær minni væl. Tað var eisini skuffandi, at eg sjálvur varð fluttur út aftur í síðuna, eftir at eg 14 dagar framman undan hevði leikt ein góðan dyst á miðvøllinum, men tað mátti eg so bara góðtaka.

? Samanumtikið var tað tó ein góð tíð á landsliðnum, har vit fingu nakrar stórar avbjóðingar, og eri eg stoltur av at hava umboðað Føroyar.

Tú gavst so á landsliðnum, tá tú fór til Sørvágs, men tú hevur so leikt onkran dyst undir Allan Simonsen?

? Ja, tað undrar meg eitt sindur. Tá eg var í Sørvági, vóru ongantíð boð eftir mær, hóast tað vóru aðrir leikarar úr 2. deild, sum komu á landsliðið, men eftir at eg so var afturkomin úr Danmark, og hevði vant í tríggjar mánaðir við HB vóru brádliga boð eftir mær. Eg leikti so við í tveir dystir, og skuldi so verið farin á venjingarlegu á várið 1996, men tá hevði eg so fingið tilboð úr Noreg, og segði tí nei takk til landsliðið.


Tað kostar at

siga sína hugsan

At enda; tú hevur altíð sagt tína hugsan, og nógv fólk hava kanska verið av teirri fatan, at Kári Reynheim hevur altíð verið glaður fyri seg sjálvan, egoistiskur o.s.fr. Er hetta nakað, sum hevur ávirkað teg?

? Nei, eg veit ikki, hvat er at siga um tað. Orsøkin til at eg var sum eg var, tá eg sjálvur spældi fótbólt var tann, at eg á henda hátt setti meg sjálvan upp. Eg segði nógv, m.a. tá eg varð kosin ársins leikari í 90: »Eg verið betri næsta ár«, men hetta var alt orsakað av, at eg alla tíðina royndi at gerast betri, og á tann hátt kundi seta meg sjálvan upp til at venja enn meira.

? Tað er jú øgiliga skjótt at sovna burtur, tá man hevur fingið ein heiður. Eg havi sjálvsagt verið glaður fyri at verða heiðraður, eins og verið glaður, tá eg fái rós, tí tað er bestemt ikki nakað, sum eg altíð havi fingið. Í yngru deildunum var tað at fáa rós ein býur í Russlandi, men hinvegin hevur hetta kanska eisini gjørt meg sterkari.

? Tað er bara soleiðis í Føroyum, at tú mást ikki vera nakað. Tú mást fyri alt í verðini ikki stinga høvdið upp, tí tú verður bara trýstur niður aftur, men skulu vit koma víðari í føroyskum fótbólti, so mugu vit eisini geva fólki loyvi til at vera nakað. Vit eru nú einaferð 45.000 individulistar, sum skulu hava loyvi til at vera ymisk. T.d. eru tað summir av sjómonnum okkara, sum gera tað sera gott, og forvinna nógvan pening og alt er gott. Tá grannin so hevur keypt sær nýggjan bil, verður hann í øðini og skal seta hann upp á pláss. Eftir mínari fatan koma vit ongan veg í Føroyum, um vit ikki halda nakað av føroyingum, altso av okkum sjálvum.

? Tann dagin tú ert góður við teg sjálvan, kanst tú eisini verða góður við tín næsta. Vit eiga ikki at ganga runt og vera øvundsjúk, men ístaðin rósa teimum, sum hava rós uppiborið, ikki fyrr enn tann dagin koma vit víðari. Serliga nú vit tosa so nógv um sjálvstýri.