Felagskapurin "Mirjam" hevur sent 60.000 krónur til korona-hjálp í býnum Monrovia í Liberia.
Felagsskapurin hevur dagligt samband við fólk í Liberia, og føroysku umboðini hava keypt rís, spannir, sápu og klorin fyri at hjálpa fólki har.
– Nú korona herjar allan heimin, hoyra vit valla góð tíðindi. Um allan heimin sita menniskju og stúra, siga tey úr Mirjam.
– Vit vita, at Afrika er sera sárbart. Reinføri og matrot er ein avbjóðing. Hvør einstakur er í stórum vanda at fáa smittuna, sum ikki kann síggjast.
– Men tað er ikki lætt at halda frástøðu, tá tey búgva so tætt. Vanligt er, at 10 fólk búgva í einum rúmi. Tá ber ikki til at vera í sóttarhaldi, um tú fært smittuna, sigur felagsskapurin, sum virkar fyri at hjálpa á hesum økinum.
##med2##
– Umráðandi er, at vit her heima ikki falla í fátt, men royna at gera tað, vit kunnu fyri at hjálpa teimum ikki at gevast á hendur! Við okkara hjálp, eru vit við til at bjarga lívi.
Og tí hevur felagsskapurin sent 60.000 krónur til hjálp í Monrovia, sum er høvuðsstaður í Liberia.
– Takk til tykkum øll sum áhaldandi stuðla arbeiðnum, siga tey úr Mirjam.
Felagsskapurin Mirjam er ein sjálvsognarstovnur, ið byrjaði í smáum fyri 10 árum síðani. Í 2017 bleiv sjálvsognarstovnurin formliga settur á stovn við egnum viðtøkum, V-tali og skráseting hjá TAKS. Felagskapurin er ein diakonalur felaskapur, sum hevur bústað í Klaksvík og virkar við kvinnuíverksetan í Liberia og Kenya.
Persónarnir í felagsskapinum "Mirjam" eru Hilda Viderø, Johannes Johannessen úr Klaksvík og Anne Sophie Nordendal úr Bø.
Tey hava sent nakrar myndir, sum vit vísa her í greinini:
##med3##
##med4##
##med5##