Give Peace A Chance er heitið á fjølbroytta tónleikatiltakinum, sum er púra ókeypis. Og tað er ikki hissini nøvn, ið fyriskiparin diskar upp við. Helenu Heinesen Rebensdorff, Kim Hansen, Kaj Klein, Heini Corfitz & Eirikur Andersen, Dánjal á Neystabø, James Olsen, Jóhannus Á Rógvu Joensen, Linda Andrews, Sámal Rávnsfjall, Uni Debess, roWan, Jógvan Óli Ellingsgaard, Brian John Hughes & Sigmar Sørensen og Jensia Højgaard Dam.
- Fólkið í Føroyum og Danmark eru í kríggj í Miðeystri, uttan at verða spurgd ella kunnað, sigur Edmund og leggur aftrat, at fyri honum liggur tað nær at gera eitt friðartiltak, og tað er John Lennon ímyndin. Tí er tað eisini bretski tónleikarin, sum myndar plakatina fyri stóra tiltakinum.
Fyriskiparin upplýsir eisini, at hann arbeiðir við fleiri nøvnum og tískil kann roknast við, at skráin verður uppaftur meiri fjølbroytt.
Give Peace A Chance, ella føroyski festivalurin fyri friði, verður leygarkvøldið 6. oktober í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og verður tað live-tónleikur uttan steðg frá klokkan 23 til fýra á morgni.
Myndatekstur:
Forsangarin í A JOB, Helena Heinesen Rebensdorff, og fyriskiparin í FO Invasion Edmund S. Jacobsen