Føroyskur filmur frumsýndur á Woodstock

Hetta er aðru ferð, at ein filmur hjá Sakaris Stórá luttekur á stóra filmfestivalinum.

Dreymar við havið skal frumsýnast í USA.

 

Nú fær filmurin Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá amerikanska frumsýning á altjóða filmsstevnuni Woodstock, USA. Filmsstevnan í Woodstock er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugar filmar av bestu góðsku, og í 2014 varð stuttfilmurin Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá sýndur á filmsstevnuni.

 

Dreymar við havið luttekur í World Cinema kappingini, saman við 7 øðrum filmum úr øllum heiminum.

 

Filmurin hevði føroyska frumsýning í 2017 og er longu sýndur á nógvum filmsstevnum kring heimin, har hann hevur verið sera væl móttikin. Millum annað í Íslandi, Italia, Týsklandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Kekkia. Føroyska sendistovan í Russlandi skipaði fyrr í ár fyri sýningum í Moskva, Skt. Pætursborg og Pskov, har filmurin eisini varð sera væl móttikin, og í apríl setti ”Dreymar við havið” filmsstevnuna Northern Light Film Festival í Hvítarusslandi. Nevnast kann eisini at filmurin hevur verið sýndur í fleiri býum í Finnlandi, og í september verður filmurin sýndur í Nuuk í Grønlandi og í oktober á altjóða filmsstevnuni í Riga, Lettlandi.

 

Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði handritið til filmin og framleiðslufeløgini vóru Fish&Film og Adomeit Film.

 

Sakaris Stórá er farin undir at skriva næsta filmin, sum eftir ætlan skal takast upp í 2019. Filmurin ber arbeiðsheitið ”Oktober”.