Ein orsøk til, at nakað av fiskinum frá føroyskum skipum, fer óvirkaður av landinum, er, at føroyskur fiskur ikki er fiskaður burðardygt. Og sostatt fær hann ikki altjóða MSC -umhvørvisgóðkenningina.
Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvat verður gjørt fyri at virðisøkja fiskin, sum føroysk skip fiska, og í hesum sambandi vísir hann eisini á, at fiskur fer óvirkaður a landinum og skapar sosatt onga virðisøkin her.
Men Høgni Hoydal sigur, at tað er tí, at fiskurin fær ikki MSC umhvørvisgóðkenningina. Men tá ið hann verður útfluttur til ES, óvirkaður, kemur hann í land sum onnur rávøra, og upprunin til hann »hvørvur« sostatt.
Men fingu vit eina umsitingarætlan fyri okkara botnfisk, hevði tað borið til at fingið hendan fiskin MSC góðkendan. Og sostatt hevði eisini borið til at víst á, at øll framleiðslan er burðardygg, tí tá hevði fiskiskapurin eisini verið burðardyggur. Hetta hevði so givið møguleikar fyri størri virðisskapan á føroyskum fiskavirkjum, sigur Høgni Hoydal.
Annars sigur Høgni Hoydal, at nógv tiltøk eru sett í verk fyri at økja um virðisøkingina í Føroyum, og onnur tiltøk verða sett í verk so hvørt. Í hesum sambandi er tað eitt krav, at fiskurin skal avreiððast í Føroyum og seinni verður tað eisini eitt krav, at alt á fiskinum skal avreiðast.
Tá hetta krav verður framt, verður meira hjá føroyskum virkjum at virka, og hetta fer at geva meira virðisøking í Føroyum.
Tá ið alt kemur í land, verður vøran tøk hjá føroyskum virkjum og, tað, sum ikki verður brúkt til vanligar fiskavørur, kann altíð fara til fiskamjøl og lýsi. Men tá ið vøran verður tøk á landi, fáa smærri virki, sum eru nýskapandi og hugsa um virðisvøkstur, møguleika fyri at koma framat rávøruni.
Tað er eisini eitt krav um, at 25 prosent av øllum fiskaðum fiski skal bjóðast út til føroysk virki at bjóða uppá. Hetta gevur møguleika hjá øllum virkjum at fáa rávøru, og leggur tað eisini upp til, at meira virðisøking verður á landi, sigur Høgni Hoydal.
Annars eru eisini fleiri onnur krøv sett, eitt nú: Útboð av rættindum, krav um, at skip skulu vera føroysk, fígging av innkeypi, fígging av útflutningskreditti, menningarkvotur, og so skal játtanin til fiskivinnuroyndir, hækkast.