Tá eg sunnudagin seinnapartin hugdi at filminum “An inconvenient truth”, rann mær í huga føroyska orðatakið, at “sannleikin er illa lýddur”. Tað vóru ikki mong henda seinnapartin, ið høvdu valt “sannleikan”, ið hvussu so er tann hjá fyrrverandi amerikanska varaforsetanum Al Gore, hvørs boðskapur fyrst og fremst var at fáa sínar landsmenn og heimin allan við uppá at lata minni út av CO2.
Løtuna beint undan sýningini hoyrdist ljóðið av einum propellflogfari yvir Havnini, og ivaleyst høvdu nógv valt at farið sær ein sunnudagsbiltúr við familjuni norðureftir. Neyvan man nakar okkara vera reinur, tá ið tað kemur til henda spurningin, í mun til náttúruna og ábyrgdina av tí tunna lagnum av atmosferu, ið liggur rundan um okkum og skal verja jørðina.
Huglagið í byrjanini var nærmast sum at vera til eitt vekingarmøti, og ikki lítið súmbolskt fyri prædikumansins viðkomandi var tað, tá íð hann í byrjanini í filminum steig út úr “Airforce One”, sum er flogfarið hjá amerikanska forsetanum, ið er størsta flogfar í heiminum av slagnum Boing 747, ið vanliga flýgur umkring knøttin við bert einum persóni, her hevði ikki verið lukkuligt at roknað út, hvussu stórt útlátið uppá mannin hevði verið. Jú, paradoksni eru mong, og man sannleikin eisini í hesum førinum vera margfaldur.
Vakstrarhúsárinið
Vakstrarhúsárinið er ein veruleiki, vit eiga at fyrihalda okkum til, og vit eiga at taka ávarðingarnar frá vísindafólki í størsta álvara. Tað, at osonlagið longu hevur verið fyri árini, ið skapir ein støðugt hækkandi tempratur, eru tøl fyri, so tí fara vit ikki at ivast í. Tó skal sigast, at sannleikin eisini í hesum førinum er magfaldur, tað eru ikki meira enn fýra vikur síðan, at kanningar vóru lagdar fram á ráðstevnu í Brússel av granskara úr Manchester Metropolitan University, ið siga nakað um ta sokallaðu óbeinleiðis “aerosol” effektina, ið virkar mótasatta vegin enn CO2 útlátið (kelda: Lloyd´s List 7. mars 2008). Aerosol (H2SO4) er útlátið, avleitt av dálkingini frá skipum, ella bara frá náttúrini sjálvari í form av einum eldgosi t.d. Tað, sum granskarin segði, var, at hetta útlátið javnvigaði – og kanska eitt sindur afturat -við co2 útlátið á tann hátt, at henda effektin kølir atmosferuna tilsvarandi. Sum dømi kann nevnast, at filipinska vulkanin Pinatubo, sum geys í 1991, var við til at lækka tempraturin um alla klótuna við hálvum stigi árið eftir (kelda: Earth Observatory Nasa).
Tað er ikki mín ætlan at brúka hetta sum eina umbering fyri útláti, dálking er dálking, tað hevði neyvan hildið í dag, men tað er greitt, at náttúran á mangan hátt hevur regulerað seg sjálva. Tað merkir ikki, at eg haldi, at so kann alt gera tað sama. Hetta, bert fyri at vísa á, at sannleikin er fjøltáttaður, og at tað eru aðrar orsøkir, eisini fyri hvønn veg tað ber - móti ovurstórari hiting av jørðini ella móti eini nýggjari ístíð.
TACC ráðstevnan
Reiðarafelagið heilsar ráðstevnuni vælkomnari og vil vera við til bøta um tey umhvørvisligu viðurskiftini, alt tað sum stendur í okkara makt at gera. Hugburðurin í vinnuni er longu nógv broyttur, og medvitið er munandi betri á hesum øki. Tað, sum áður hevur verið koyrt á sjógv, kemur ikki fyri í dag, og hvat oljubrúki viðvíkur, so verður ikki ein millilitur av olju brúktur ov nógv í dag, tað hevur eingin ráð til.
Vit halda eisini, at ráðstevnan er eitt kærkomið høvi hjá vinnuni at vísa fyri umheiminum, at viljin er til staðar eisini at bøta um viðurskiftini, so vit gerast enn betri á økinum. Ongum nýtist at ivast um, at gera vit tað ikki av eintingum, verða tað onnur, sum koma at gera tað fyri okkum, hvat ið neyvan gevur tær bestu loysnirnar. Tí er alneyðugt hjá okkum at koma brúkaranum úti í heimi og umhvørvistunum í forkeypi.
Føroyskt útlát
Á summum økjum hava vit tíverri sovið í tímanum, sum til dømis í sambandi við Montreal sáttmálan, har enn liggur á láni at fáa hesi tingini greidd ígjøgnum løgtingið, so spurningurin um freon 22 eisini kemur upp á pláss. Tað at hesin spurningur hevur verið óloystur hevur lagt óneyðugar kostnaðir á vinnuna, tá hetta hevur ávirka prísin á vøruni. Annars er tað at siga, at tølini fyri Føroyar í sambandi við freon 22 nýtsluna hava ikki verið røtt, tá ein stórur partur – millum 30 og 40 prosent – eru leveransar, ið eru farnir víðari til bæði norsk og russisk skip. Her er tað mótsatta hent, sum er tilfeldið við teim donsku tølunum í sambandi við CO2 útlátið, har allur Mærsk-flotin ikki hevur verið roknaður uppí donsku hagtølini. Nevnast kann at bert eitt av stóru skipunum hjá danska handilsflotanum dálkar líka nógv sum ein provinsbýur í Danmark.
Tað lívfrøðiliga vil eg ikki siga so nógv um, tað hevur seinastu tíðina verið nógv umrøtt í øðrum samanhangi, tað merkir ikki, at tað ikki hevur alstóran týdning, at nóg mikið av tilfeingi er til komandi tíðir og ættarlið eisini. Vinnan hevur fyrst av øllum tey búskaparligu atlitini at leggja upp fyri, tí eru tølini á botnlinjuni í rakstrinum ikki svørt, ja so kann ein framhaldandi rakstur ikki geva meining.
Við umhvørvinum í huga verður ofta nevnt, at føroyingar á mangan hátt eru í serstøðu, tá ið hugsað verður um, at vit eru ein fiskivinnutjóð burturav, og at henda vinna er okkara høvuðsvinna, samanborið við onnur lond. Um vit kunnu vænta, at umheimurin skal skilja okkum og verða yvir fyri okkum annarleiðis enn fyri øðrum, er ein annar spurningur. Men eitt er heilt sikkurt, at tað eru fiskasløg ið bert kunnu veiðast við troli, ið krevur eina ovurstóra orku, her hava vit einki val. Ikki ein millilitur av olju verður brúktur ella goldin, uttan hetta er neyðugt. Tí er tað fyrst og fremst í okkara egna áhuga, at brúkt verður sum minst. Tá ið tað er sagt, má eisini viðgangast, at vit kunnu og skulu verða nógv betri á hesum øki. Og har noyðast menn at hugsa rationelt, tá ið tað kemur til orkuspurningin. Oljuprísurin, haldi eg, fer at fáa okkum til at hugsa heldur “optimalt” enn “maksimalt”. Eisini verður neyðugt at hyggja at, hvat ið kann gerast innanfyri karmin av einstøkum skipabólkum við atliti at reiðskapi.
Niðurskurður
Tað finnast skipabólkar – eitt nú línuskipaflotin, ið rokna seg sjálvar at vera ógvuliga umhvørvisvinarligar, skilt uppá tann máta, at oljuútreiðslurnar eru lágar, tá ið brúkið av brennievni er minimalt. Tá tað er sagt, so eru tað fiskasløg, ið bert kunnu fáast upp við troli. Júst her trýstir skógvurin í løtuni við teim høgu oljuprísunum. Í hesum endanum hava vit teir pelagisku trolararnar, ið saman við frabrikstrolarunum og rækjuskipunum eru sera orkukrevjandi. Tó, tann bólkur, sum líður mest undir byrðunum í dag, er djúpvatnstrolararnir. Her er rættiliga trupult, og er tað bert spurningur um tíð, til einstakir teirra ikki hóra undan og geva skarvin yvir. Harvið kemur ein ávís minking av sær sjálvum ávirkað av ytri umstøðum. Vit hava fyrr sæð skipabólkar minka burtur, t.d. eru bert trý rækjuskip eftir í flotanum - ein niðurskurður av sjeyti prosentum eftir tíggju árum.
Út til brúkaran
Menn vilja vera við, at hvussu vit handfara tann etiska partin í okkara vinnu, hevur onga ávirkan á brúkarans fatan um okkum. Men at tað til eina og hvørja tíð verður, hvussu vit megna at kunna um tann etiska partin, hevur alla ávirkanina á brúkarans fatan um okkum. Her er tað, at ráðstevnan kemur okkum til hjálpar við at seta fokus á fiskivinnuna, har vit eru ein tungur aktørur í brúkinum av brennievni og harav einum stórum útláti. Tí verður tað: kunning um burðardygd við gjøgnumskygni, ið skal hjálpa okkum út í heim við vørunum.
Ólavur Jøkladal
Skrivstovustjóri
Føroya Reiðarafelag