Føroyskur frælsisstríðsmaður skotin í 1945

Otto Jacobsen úr Havn (1922-1945) var frælsisstríðsmaður í Danmark undir seinna heimsbardaga. Hann varð skotin av týskur hermanni í Næstved tveir dagar eftir at kríggið var av.

Otto Jacobsen var sonur Marin og Hans Jacob Jacobsen (Hans Jakke í Smæruni), sum hann eisini varð nevndur. Tey høvdu matvøru- og slaktarahandilin Smæran.

Hann fór til Danmarkar í 1939 at læra til slaktara og pylsumakara. Hann lærdi hjá Robert Christensen slaktara, og bleiv útlærdur í 1943.

Otto var leiðari á eini mótstøðudeild í Næstved, sum varð stovnað í 1944. Hann var fyri tað mesta undir jørð og kom ikki alment fram fyrr enn 6. mai 1945, dagin eftir at týskararnir høvdu yvirgivið seg.

Tá tveir týskir hermenn tann 7. mai 1945 komu inn í slaktarahandilin "Mandrup Christensen" í Ringstedgade í Næstved at keypa eitt pund av smøri, høvdu teir eingi rationeringsmerkir, sum teir skuldu brúka. Tá teir so ikki vildu gjalda og fóru avstað við smørinum, sendi slaktarin boð eftir hjálp.

Otto og ein annar frælsisstríðsmaður komu slaktaranum til hjálpar. Tá teir komu til handilin, vóru týsku hermenninir á veg út.

Tað kom til skotbardaga uttan fyri handilin. Annar av týsku hermonnunum tók maskinbyrsuna og skjeyt Otto, so hann doyði á staðnum. Danin sum var saman við Otto skjeyt við tað sama týskaran í høvdið, so hann eisini doyði.

Hin týskarin slapp til rýmingar, men bleiv seinni funnin og eisini skotin.

Hendingin fór fram tveir dagar eftir at týskararnir høvdu yvirgivið seg. Hermaðurin hevði tí ikki loyvi at bera vápn eftir 5. mai 1945, men nógvir av hermonnunum lótu ikki vápnini frá sær, fyrr enn teir komu til týska marki.

Eftir hendingina bleiv ein minnispláta sett upp uttan fyri handilin. Minnisplatan er enn í dag fest á húsini.

Á plátuni stendur" Her faldt frihedskæmper Otto Jacobsen for tysk morderhaand 7. mai 1945 - ære være hans minde". Otto bleiv bert 23 ára gamal.

Í 1943 giftist Otto við Elly, ið er frá Næstved. Tey fingu sonin Torbjørn saman í 1944. Torbjørn býr í Næstved, hann er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiðir í dag sum sølumaður.

Ætlanin var at Otto skuldi flyta heim til Føroya so skjótt kríggið var av at hjálpa pápa sínum við slaktarínum í Smæruni.

Dagin fyri skotbardagan, tann 6. mai, sendi hann telegramm til foreldrini, og segði at hann við familju kom til Havnar við fyrsta farti.

Maskinbyrsan, sum týskarin skjeyt Otto við, bleiv í 2001 latin politinum í Aalborg. Tað var dóttir slaktaran, sum lat byrsuna inn.

Hjálmurin, sum týski hermaðurin hevði á høvdinum tá skotbardagin fór fram, er á Næstved´s Museum.

Otto fekk "Statsbegravelse" og "Heltebegravelse". Grøvin er á Gamle Kirkegaard á Præstøvej í Næstved, hon er á økinum "Mindelunden", er nummar 313 og er registrerað sum "bevaringsværdig".

Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168.



Næstu ferð hava vit eina mynd av fimleikarum í 5.a og 5.b í Tórshavnar Kommunuskúla í 1958.