Tíðindaskriv
Mpiri er ein føroyskur vokalbólkur í Keypmannahavn við 13 ungum sangarum. Sum heild fevna konsertirnar breitt, heilt frá gregorianskum sangi til nýggjan kórtónleik. Á skránni eru verk eftir millum onnur: Francis Poulenc, Kára Bæk, Per Nørgård, Urmas Sisask og Arvo Pärt.
29/03: Kl. 20:00 - Konsert í HYPERLINK "http://www.krea.fo/samuelskirkendk/default.asp" "_blank" Samuelskirkjuni - Thorsgade 65, Keypmannahavn
05/04: Kl. 20:00 - Koncert í HYPERLINK "http://www.sogn.dk/simeon/" "_blank" Simeonskirkjuni - Sjællandsgade 12B, Keypmannahavn
08/04: Kl. 15:00 - Konsert í Vesturkirkjuni, Tórshavn
09/04: Kl. 16:00 - Konsert í Nólsoyar Kirkju
Í sambandi við Føroyaferðina fer Mpiri at upptaka 3 verk hjá Kára Bæk til nýggja fløgu við føroyskum kórtónleiki. Hesi verk verða eisini at hoyra á konsertunum.
Bakgrund
Mpiri varð stovnað fyri 8 árum síðani og bleiv fram til 2002 stjórnað av Sunleivi Rasmussen. Núverandi kórleiðarin eitur Gorm Larsen. Hann er útbúgvin kór- og orkesturleiðari frá Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum og hevur eisini lært á Royal College of Music í London og lisið Tónleikavísund á Universitetinum í Århus. Mpiri hevur verið á fleiri konsertferðum millum annað til Føroya, Íslands, Týsklands, Finnlands og Svøríkis.
Bólkurin hevur sum endamál at syngja nýggjan føroyskan tónleik og hevur í fleiri umførum bílagt nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum. Frumframførslur eru tí javnan á skránni á konsertunum hjá Mpiri. Serliga verk eftir unga tónaskaldinum Tróndi Bogasyni, ið eisini syngur tenor í vokalbólkinum. Hesin nýggi føroyski tónleikurin varð savnaður á fløguni Asbest, ið Mpiri gav út í 2003.