Mál
Rógvi Borðoy
Ein óformellur tíðindafundur varð hildin í Ólastovu fríggjamorgunin, har greitt varð frá nýggja forritinum, sum arbeitt hevur verið miðvíst við umleið eitt hálvt ár. Tað er Petur Zachariassen, sum hevur samskipað verkætlanini, og Føroya Fróðskaparfelag, sum er útgevari.
Serliga er tað tó Andrass Mortensen, programmørur, sum hevur arbeitt við Stavaranum. Hann hevur lagt eitt stórt arbeiði í verkætlanina, og frá Peturi Zachariassen fær hann nógv rós. Sami maðurin hevur eisini arbeitt við Orðaskjáttuni, sum er ein orðabók á telduni.
Bert á alnótini
Um tú hevur hug at fáa tær forritið, skalt tú fara inn á heimasíðuna www.stavarin.fo og taka forritið niður. Síðani sleppur tú at royna Stavaran frítt í tvær vikur, og hareftir kostar hann 350 krónur at nýta.
-Tað virkar sum at keypa eina bók, sigur samskiparin Petur Zachariassen. Soleiðis skilt, at tær ikki nýtist at gjalda eitt fast gjald hvørt ár ella líknandi.
Stigtakararnir hava roynt at seta seg í samband við telduforritsfyritøkuna Microsoft fyri at fáa eitt beinleiðis samstarv við teir. Stavarin er gjørdur soleiðis, at hann riggar saman við øllum Microsoft forritum, og møguleiki er sostatt fyri, at ein fær Stavaran við, longu tá ein keypir skriviforrit frá fyritøkuni. Higartil hevur tó ikki borið til at fáa samstarv við Microsoft, tí Føroyar ikki eru ein áhugaverdur fíggjarligur marknaður.
Vónir eru tó um, at ein føroyskur telduveitari fær áhuga í at taka Stavaran við í onkran forritspakkan.
Hvussu virkar Stavarin
Stavarin tekur orðini eitt fyri eitt og lesur tey. Um ein stavivilla tekur seg upp, kemur forritið við nøkrum uppskotum til rættingar, og har skal ein so velja burturúr. Størsti trupulleikin hjá Stavaranum er, at hann ikki lesur mállæruvillur. Orðini ?vera? og ?verða? standa sostatt bæði sum rætt stavaði, eisini tá mállæran ikki er røtt.
Orðalistin, sum Stavarin byggir á, er rættiliga liberalur, siga stigtakararnir. Har eru ymisk orð, sum vanliga ikki eru góðkend í føroyska málinum, men har kann ein sjálvur velja, hvat orð ein vil nýta. Ein kann eisini leggja orð aftrat, um okkurt nýtt orð sær dagsins ljós.
Støðið undir Stavaranum er ein orðalisti, sum Fróðskaparsetur Føroya læt gera tíðliga í 90-árunum við fíggjarligum stuðli úr Orðabókagrunninum. Tilsamans eru 178.000 orð og orðasnið við í hesi fyrstu útgávuni av Stavaranum.
Nøvn eru við vilja hildin uttanfyri listan, siga stigtakararnir. So á telduni fer framvegis at bera til at skriva ?Victoria? við ?c?.