Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti vann ein sannførandi 34-15 sigur á Estlandi í Challenge Trophy kappingini, har føroysku kvinnurnar kappast við Estland, Moldova og Finnland.
Í steðginum vóru føroysku kvinnurnar á odda 14-6. Føroyska liðið fekk seks útvísingar á tveir minuttir. Liljan Durhuus úr VÍF fekk tvær av teimum seks útvísingunum. Føroyska liðið fekk bert tvey brotskøst, meðan tað estiska fekk sjey brotskøst. Estiska liðið fekk bert eina útvísing uppá tvær minuttir, og tað vitnar um, at føroysku kvinnurnar fóru til makrónirnar í hesum dystinum.
Mótstøðuliðið í morgin er Finnland, sum í dag rættiliga óvæntað fekk bara javnleik 25-25 ímóti Moldova, sum er mótstøðuliðið páskadag.
Estland-Føroyar 15-34 (6-14):
1. Fríða Petersen
2. Durita Christophersen, 7 mál
3. Nina K. Johansen, 2 mál
4. Durita Mikkelsen, 1 mál
7. Unn Kragesteen, 4 mál
9. Liljan Durhuus, 3 mál
10. Durita Ljósstein, 1 mál
13. Heidi Joensen, 4 mál
14. Una Olsen
16. Erla Eliassen
17. Súsanna Petersen, 4 mál
20. Judith Hansen, 1 mál
27. Simona Petersen, 7 mál