Føroyskur tónleikur er rættiliga í miðdeplinum í Íslandi í hesum døgum. Skipað verður fyri tí, tey kalla Fairwaves, og føroyskir bólkar eru farnir til Íslands at spæla og føra seg fram á annan hátt.
Tað ber ikki til at lesa eitt blað ella lurta eftir eini útvarpsrás, uttan at tú kanst lesa ella hoyra okkurt um føroyskan tónleik. Og alla staðni í íslendska høvuðsstaðnum eru plakatir, sum vísa á føroysku konsertdagarnar.
Íslendsku fjølmiðlarnir sýna stóran áhuga fyri føroyskum tónleiki. Bløðini hava havt samrøður við føroyskar tónleikarar, og Eivør Pálsdóttir hevði eisini fingið pláss á forsíðuni í Fréttablaðnum mikudagin.
Í gjárkvøldið var konsert við Hanusi G. Johansen, Eivør Pálsdóttir og Kára Sverrisson. Leygarkvøldið verður rockkonsert við Clickhaze og Krit, og fyrr á degnum fara Clickhaze og A.R.T at spæla í risastóra keypsskálanum Smáralind.