Føroyski tónleikarin Fríði Øster sat aftanfyri trummurnar, tá ið Robbie Williams Jam spældi á Rex um vikuskiftið.
Fríði býr í Danmark, og men áðrenn hann flutti til Danmarkar, var hann millum annað trummuspælari í Kjølum.
Fríði spældi í nøkur ár við Robbie Williams Jam, men so gavst hann í bólkinum. Tá ið nýggi trummuspælarin í bólkinum síðani fór úr bólkinum aftur, vildu hinir tónleikararnir hava Fríða Øster upp í aftur.
- Tað er altíð stuttligt at verða heima í Føroyum og spæla. Tað er nakað serligt at spæla fyri føroyskum áhoyrarum og hitta vinfólk, sigur Fríði Øster.
Hetta er aðru ferð, at hann hevur verið í Føroyum og spæla við Robbie Williams Jam.