Løgtingið skal nú mannast við kvinnum og monnum, ið komandi árini skulu loysa eina trupla uppgávu.
Her eru høvuðsavbjóðingarnar, ið skulu skapa fólkavøkstur og búskaparvøkstur:
· Hallið á 500 mió. kr. á fíggjarlógini skal fáast burtur
· Uttanlandsskuldin á uml. 3 mia. kr. skal gjaldast niður
· Reformar á fleiri økjum skulu fremjast
· Fleiri inntøkur skulu fáast til vega frá vinnuni
· Vælferðin skal varðveitast
· Fleiri útbúgvingar skulu stovnsetast
· Ríkisveitingin skal prístalsviðgerðast
· Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum skal útbyggjast
Um hesi avbjóðandi mál skulu røkkast, er neyðugt, at tú sum veljari ert við til at seta ein sterkan Sambandsflokk í Løgtingið.
Sum eg síggi tað, er Sambandsflokkurin tann einasti, ið hevur eitt veruligt boð uppá, hvussu búskapurin kann fáast at hanga saman, uttan at vælferðin í Føroyum verður sett í vanda.
Ætlanirnar hjá hinum flokkunum bera í sær, at tað verður verri at vera borgari her í landinum.
Undirritaði stillar ikki upp á løgtingsvalinum hesaferð, men eg heiti inniliga á allar veljarar – eisini tey, sum gjøgnum árini hava víst mær persónligt álit – um at stuðla flokki okkara.
Gott val!