Færri bilar frá Toyota

Japanska bilfyritøkan Toyota, sum er tann størsta í heiminum, hevur gjørt av at skerja framleiðsluna, tí eftirspurningurin eftir nýggjum bilum er minkaður nógv orsakað av altjóða búskaparkreppuni.

Japanskir fjølmiðlar skriva, at Toyota fer at steðga framleiðsluni á einari verksmiðju í Japan, einari í Bretlandi og einari í USA, soleiðis at fyritøkan fer at gera 9,3 milliónir bilar um árið ella 700.000 færri enn nú.

Sambært fjølmiðlunum hevur leiðslan í Toyota sett sær sum mál, at fyritøkan skal hava avlop á rakstrinum næsta ár.