Færri danir

Framrokningar í Danmark vísa, at danska fólkatalið fer at minka alla hesa øldina, og at um aldarskiftið verða umleið 700.000 færri fólk í Danmark enn nú.

DREAM-bólkurin, sum ger ymsar framrokningar fyri fleiri danskar ráðharrastovur, hevur fyrr mett, at fólkatalið fór at veksa hesa øldina. Í dag búgva 5,4 milliónir fólk í Danmark, og bólkurin hevur fyrr sagt, at talið verður 5,7 milliónir í 2100. Men nú stjórnin hevur gjørt tað truplari hjá fremmandafólki at búseta seg í Danmark, eru útlitini broytt, sigur bólkurin við Politiken. Fyri trimum árum síðani búðu 5.430.000 fólk í Danmark. Síðani hevur talið verið minkandi, og í 2100 fara 4,7 milliónir fólk at búgva í Danmark, vísa framrokningarnar hjá DREAM-bólkinum.

Í 2100 verða 22 prosent av øllum dønum av útlendskum uppruna, men DREAM-bólkurin sigur, at hevði stjórnin ikki havt hert útlendingapolitikkin, høvdu tey av útlendskum uppruna verið umleið ein hálv millión fleiri um hundrað ár.