Færri fólk á ovastevnu

Enn hava vit ikki fingið tølini frá Strandfaraskipum Landsins um, hvussu nógv fólk fóru um Nólsoyarfjørð í vikuskiftinum, nú nólsoyingar skipaðu fyri ovastevnu.
Líkt er tó til, at væl færri fólk vóru á ovastevnu í ár enn undanfarin ár.
Eins og við Sjómannadegnum í Klaksvík, regnaði illa í Nólsoy tað nógva av leygardegnum.
Men, tá kvøldið kom, sleit í, og tá komu væl av fólki út um fjørðin at halda ovastevnu.
Vit fara at venda aftur til neyvu tølini á ovastevnu.
vilmund@sosialurin.fo