P/F Eysturoy á Toftum, sum eigur og rekur línuskipini Mascot og Sigmund, seldi herfyri Morgunstjørnina úr sínum fiskiskipaflota til Noregs.
Eitt annað skip, sum felagið eisini eigur, er línuskipið Eysturoyingur, sum hevur ligið í longri tíð.
P/F Eysturoy hevur nú flutt fiskidagar og loyvini annars hjá Morgunstjørnuni og Eysturoyingi yvir á Mascot og Sigmund.
Reiðarin, Jóhannus Martin Olsen, sigur, at hetta er gjørt fyri at tryggja skipum og manning eitt betri og tryggari grundarlag undir rakstrinum.
- Nú Morgunstjørnan er seld, og Eysturoyingur ikki er í vinnu, hava Mascot og Sigmundur stívliga 200 fiskidagar í part, umframt at skipini eiga hvør síni 500 tons undir Íslandi.
Jóhannus Martin Olsen sigur seg vóna, at øktu fiskidagarnir undir Føroyum og eykatonsini undir Íslandi, fara at síggjast aftur, bæði hjá skipum og manning, sum tíðin gongur.
Portalurin kann leggja aftrat, at Anfinn Olsen, sum er kendur úr felagnum Framherja, nú eisini er í nevndini í P/F Eysturoy, sum eigur og rekur umrøddu skip.