Tað eru færri, sum vilja vera námsfrøðingur.
Tað vísir ein uppgerð yvir tey, sum ganga til námsfrøðing á Fróðskaparsetrinum.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, hevur biðið Bjørn Kalsø, landsstýrismann í undirvísingarmálum um upplýsingar umutbúgvingina til námsfrøðing.
Landsstýrismaðurin upplýsir, at í ár søktu 58 lesandi inn á útbúgvingina til námsfrøðing.
Í fjør vóru 69 umsóknir, í 2010 vóru 63 umsóknir, í 2009 vóru 71 umsóknir og í 2008 vóru heilar 86 umsóknir til námsfrøðing.
Av teimum 58, sum søktu í ár, vórðu 38 tikin inn á skúlan, 35 konufólk og 3 mannfólk.
Aldurin á teimum lesandi er úr 22 árum upp í 50 ár.
Tinglimir undrast á, hví umsøkjaratalið er fallandi.
Summi tingfólk halda, at hetta talar fyri, at útbúgvingin verður endurskoðað.
Men onnur hildu, at talan var kanska um fleiri orsøkir, eitt nú, at tað ber til at lesa umvegis internetið og so tað, at námsfrøðingar fáa ikki serliga góða løn, hóast teir hava strævið og týdningarmikið starv.
Er umsøkjaratalið fallandi, er miðalaldurin tað eisini, men próvtøkutalið er kvinkað uppeftir.
Ì 2008 var miðalaldurin á teimum, lesandi, 31,1 ár og próvtalið var 7,5.
Í 2009 var miðalaldurin 25,1 ár og próvtøkutalið var 7,9.
Í 2010 var miðalaldurin 26,5 ár og próvtøkutalið var 7,5.
Í 2011 var miðalaldurin 25,7 ár og próvtøkutalið var 8,0
Og í 2012 var miðalaldurin 29,5 ár og próvtøkutalið var 7,9.
Annars er stórur aldursmunur á teimum lesandi, heilt úr 20 árum, upp í 50 og flestu ár eru yvir 20 ár á muni ímillum tey yngstu og tey elstu og onkur ár er munurin størri.