Fóru heimaftur í øllum góðum

Allastaðni var friðarligt, tá ið sáttmálasettir lærarar blokeraðu úthurðarnar á stóru skúlunum kring landið

Nú er verkfallið hjá lærarunum harnað og í gjár forðaðu teir sáttmálasettu lærararnir skúlagongdini í nógvum av teimum stóru skúlunum kring landið.

Tíðliga í gjáramorgunin møttu teir sáttmálasettu lærararnir upp á teimum stóru skúlunum kring landið og blokeraðu úthurðarnar, so at ongin slapp í skúla, hvørki næmingar ella hinir lærararnir, sum ikki eru í verkalli. Men allastaðni var friðarligt burtursæð frá onkrum einstøkum foreldrum, sum ikki krógvaðu sína misnøgd við at vera farin heimanífrá við smáum børnum henda illfýsuta fríggjarmorgunin og onki fáa burturúr-uttan karm.

Teir skúlarnir, sum blivu blokeraðir í gjár vóru allir skúlarnir í Havn og í Klaksvík, teir báðir skúlarnir á Tvøroyri, umframt skúlin á Strondum, Felagsskúlin á Oyrabakka og Meginskúlan á Sandi.

Ann Lis Sverradóttir, sum er í samskipanarbólkinum hjá sáttmálasettu lærarunum, sigur, at tað er ikki óhugsandi at fleiri tiltøk verða sett í verk í næstu viku, um ikki okkurt hendur.

? Vit eru ikki nóg nógv í tali til at vit fáa blokerað allar skúlarnar, so vit hava valt teir skúlarnar, har vit halda, at tað merkist mest, sigur hon.

Hon sigur, at orsøkin til hetta stigið er sjálvsagt, at verkfallið nú hevur vart so leingi uttan at nakað hendir

? Nú er tolið hjá okkum uppi og skúlagongdin er heilt óforsvarlig, tí alt liggur í sori. Og vit kunnu ikki góðtaka, at skúli verður hildin undir hesum umstøðunum.

Í einum skrivi, sum tey hava gjørt til blokaduna, siga tey, at nú er tolið uppi.

? Vit hava nú verið í arbeiðssteðgi í meiri enn fýra vikur og fólkaskúlin liggur í skeljasori. Skúlaleiðslurnar vísa á, at skúlagongdin er púra óforsvarlig og tað kann ikki vera rætt at halda skúla undir hesum treytum og tí halda vit, at tíðin er búgvin til at blokera skúlarnar, siga læraranir, ljóðar í almennu fráboðanini frá lærarunum, sum blokera.