Fýrverk setti leitingararbeiði í gongd

Løgreglan og skip luttóku í leitingararbeiði í Norðoyggjum í gjár

Løgreglan, skip og MRCC-støðin luttóku í gjárkvøldið í einum leitingararbeiði í Norðoyggjum, aftaná at ein persónur hevði eygleitt eina reyða rakett. Tað skrivar MRCC-støðin á heimasíðu síni.


Tað var ein persónur, ið hevði sæð eina reyða rakett í ein útnyrðing úr Klaksvík, ið ringdi til løgregluna og boðaði frá. Hareftir bleiv ein leiting sett í verk millum Borðoy og Kunoy.


- Eitt skip í økinum kundi ikki vátta nakað óvanligt aftaná eina stutta leiting. Eina løtu seinni boðaði eitt annað skip frá, at teir høvdu sæð eina rakett um sama mundi, men at teir mettu tað vera vanligt fýrverk. Leitingin bleiv hareftir steðgað, skrivar MRCC í frágreiðing á heimasíðuni.


Sambært frágreiðingini luttóku løgreglan, strandferðsluskipið Sam og F/V Kallanes í leitingini.