Tey flestu skipini hava lagt stilt til jóla, og tað var heldur ikki nógvur fiskur á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag.
Tilsamans vóru knappliga 18 tons, og tað mesta var frá tveimum trolbátum og einum garnaskipi. Tey høvdu mest av havtasku, og í dag lá prísurin báðumegin tær 40 krónurnar fyri kilo.
Onkur partrolari hevði nakað av kongafiski, men prísurin var lágur. Tað mesta fór fyri 7,45 krónur fyri kilo.
Tey knappliga 18 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri knappar 390.000 krónur.