Fótbóltur
Fótbóltur er eitt spæl, sum ikki bara gongur fyri seg á jørðini og í Føroyum ofta eisini í luftini. Fótbóltsavrik eru ikki minni treytað av tí, sum gongur fyri seg í høvdunum á spælarunum. Hugburðurin og sjálvsálitið hava alstóran týdning. Soleiðis hevur tað altíð verið, og at tað framvegis er soleiðis sást væl í dýrdarveðrinum í Fuglafirði ígjár.
Sammett við, tá ið teir spældu ímóti HB, vóru illa sperdu klaksvíkingarnir ikki at kenna aftur størsta partin av 1. hálvleiki. Teir fluttu seg minni, og teir løgdu minni fyri í nærdystunum.
Undanfarnu ár hevur ÍF fyri tað mesta strítt og sparkað seg millum tvær tær bestu deildirnar. Nógvir av teimum somu spælarunum, sum hava verið við til hetta, vístu í gjár fínt fótbóltsavrik. Teir arbeiddu skjótt og væl, teir tordu at bjóða seg fram, so bólthaldarin altíð hevði fleiri møguleikar at sleppa sær skilagott av við bóltin, teir funnu hvønn annan við ferð, soleiðis sum tað eigur at verða gjørt, og teir vóru raskir og nærlagdir í nærdystunum.
David Jones hevur í tredivu ár havt høga stjørnu í Fuglafirði, og nú hann er komin aftur sum venjari, er hann av góðum grundum framvegis popolerur. Hann hevur fingið liðið og spælið at rigga:
- Jamen tað snýr seg ikki um meg. Tað snýr seg um spælararnar. Teir eru góðir, og eg dugi at síggja, at fleiri teirra kunnu gerast heilt góðir, sigur maðurin, sum framvegis stendur uttanfyri girðingina, tí pappírini ikki eru komin upp á pláss.
Millum spælararnar, sum hann sipar til, eru eitt nú ungi miðvallarin Frank Poulsen. Hann dugir væl við bóltinum, og tað, sum hann tekur sær fyri, er altíð skilagott og oftast skapandi og framrættað. Ein annar er Balazs Sinko, sum rættuliga hevur fingið luft undir veingirnar, og sum saman við fína Andras Gango í málinum, Alexander Jovevic og Nenad Saric og Sasa Jovanovic vísa seg at vera útlendingar, ið eru við til at lyfta fuglfirðingarnar, og sum tað tískil er skilagott at hava á vøllinum.
KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, staðfesti efir 2-2 javnleikin:
-Vit vóru niðurspældir stóran part av 1. hálvleiki, og teir kundu havt verið meiri enn eitt mál frammanfyri, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Eg tók Eli Simonsen út. Ikki tí at hann hevði spælt verri enn hinir, men tí tað var neyðugt at skapa pláss fyri Jan Andreasen, og hann vísti seg tíbetur at vera væl fyri. Í 2. hálvleiki haldi eg, at vit vóru omaná, inntil vit vóru komnir framum. So trýstu teir okkum í botn, og eftir sum teir raktu træverkið tvær ferðir, so kundu vit havt mist alt. Nú fingu vit eitt stig, og tað var týdningarmikið.
Stórt korter var farið, tá ið Sasa Jovanovic legði heimaliðið framum eftir innlegg frá Áka Petersen úr høgru. ÍF kundi havt fingið fleiri mál í 1. hálvleiki, men teir kendu ikki sína vitjunartíð, og so svaraði KÍ aftur.
Ovi Nysted stútaði tíggju minuttir eftir steðgin eftir horna til 1-1, og tá ið innskifti Steffan Kalsø við høvdinum snittaði í málið eftir horna og út frá aftur, var tað fyrstu ferð, at hann var í sambandi við bóltin. Bartal Eliasen javnaði til 2-2. Eisini tann støðan stóðst eftir horna og út frá aftur. Fyrrverandi KÍ spælarin, Høgni Madsen, sendi bóltin í høvdið á Bartali, og Høgni var óheppin ikki at gera sigursmálið, tí hann sendi bóltin í træverkið aftanfyri heilt væl upplagda Jákup Mikkelsen.