Út frá teimum báðum fyrstu settunum í dystinum á Toftum leygardagin, var talan um ein dyst, ið kundi fáa hvat sum helst úrslit. ÍF var omaná, men munurin var ikki størri enn so, at tað saktans kundi bera til hjá Ternuni at koma afturíaftur og gera ein vørr í seinna enda á dystinum.
Men so skuldi ikki verða. Ternan vann fyrsta bóltin í triðja setti, men so fór Helen á Lakjuni aftur at serva fyri ÍF. Væl lá fyri hjá henni, og áðrenn Ternan aftur vann ein bólt, hevði Helen servað ÍF framum 7-1.
Hetta punkteraði fullkomuliga spælið hjá toftakvinnum, ið fingu meira at stríðast við, tá tað vísti seg, at ÍF-kvinnurnar vóru serstakliga óførar at fáa allar bóltar uppaftur. Her vendist ikki aftur, og ÍF vann ein knúsandi sigur í triðja setti og tí eisini ein greiðan 3-0 sigur tilsamans.
At hetta ikki var dystur millum tvey av fremstu liðunum, sást aftur, tí spælið var sum heild nokk so tilvildarligt. Men ÍF hevði munin og vann uppiborið, tí hóast tey bæði fyrstu settini vóru jøvn, var mestsum bara eitt lið á vøllinum í triðja og síðsta settinum.
Fyri Ternuna merkir ósigurin, at liðið framvegis stríðist í niðara endanum, meðan ÍF við sigrinum staðfesti sína støðu í miðjuni. Ov langt er upp til tey fýra liðini, ið kappast um teir báðar FM-finalusessirnar, men hinvegin er frástøðan til botnin tilsvarandi stór.