Føstulávintshald og grýlur

Barnagarðar, dagrøktir og frítíðarskúlar hava verið ófør at skipa fyri føstulávintshaldum fyri børnini Hóast føstulávitsmánadagur ikki er hin sami í dag, sum hann var í sínari tíð, er kortini líkt til, at meira og meira verður gjørt burtur úr, sum árini eru liðin.

Vit hava alt fleiri stovnar og skipanir, sum ansa børnum kring landið, bæði barnagarðar, kommunalar dagrøktir og frítíðarskúlar, og hesi lata ikki føstulávintina fara aftur við, uttan at børnini eru við í ymiskum tiltøkum.

Myndin, sum vit prenta saman við hesum greinastubbanum, er tikin av børnum í Vági, sum sláa tunnu.

Í Vági varð nevniliga skipað fyri føstulávintshaldum bæði í barnagarðinum Eikilund, dagrøktini og í frítíðarskúlanum.

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu er tí eitt heilt myndasavn at finna frá hesum haldum.

Men tað eru ikki bara børnini, sum hava hugnað sær um føstulávintina og í vikuni undan og eftir. Fleiri stovnar, sum taka sær av teimum eldru, hava eisini havt vitjanir av smáum og fittum grýlum.

Tað er eisini vorðið alt meira vanligt, at arbeiðspláss skipa fyri borðhaldum og tunnusláing.

Um hesar ?grýlur? altíð eru so vakrar, tá ið náttin líður, skulu vit lata vera ósagt, men hetta er so eisini eitt høvi hjá starvsfeløgum at hittast til annað enn dagliga arbeiði og dagligu uppgávurnar.