Rógvi Nybo
Herfyri skrivaði ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, HUXA, eitt skriv, har tey staðiliga mæla frá at áseta eitt fátækramark. Tey eru í løtuni einasta politiska ungmannafelagið, ið greitt hevur meldað út um hetta mál. Og sæmbart teimum er talan bert um politiskt gykl.
- Eitt fátækramark er eitt politiskt gykl. Vit tosa ikki um eitt absolutt fátækramark, men eitt relativt, sum vil siga, at eitt fátækramark vil aldrin verða við til at basa fátækradømi, men ístaðin vil halda fólk fast í fátækradømi, sigur Jóhan Bech Húsgarð, næstformaður í HUXA.
Hann sigur, at verður reglan um 60 % av miðinntøkuni, so er talan um ein, ið hevur eina árstinntøku upp á 180.000 krónur um árið.
- Tað er ógvuliga gott fyri meg sum lesandi, men eg tori at seta stóran spurning við, um eg fati meg sjálvan sum fátækan ella í fátækraváða, sigur Jóhan Bech Húsgarð.
Í Danmark hava tey júst ásett eitt fátækramark, og har verður víst á, at rætti mátin at bøta upp á fátækt er við at hyggja at, hvørji eru hesi fólkini, ið liggja undir markinum, og hvat kann gerðast arbeiðsmarknaðarpolitiskt, útbúgvingarpolitiskt og socialpolitiskt fyri at fáa hesi at flyta seg úr fátækrabólkinum. Er hetta ikki nemliga eitt gott boð um, hvussu tú kanst nýta eitt fátækramark til at definera og málrætta hjálpina til útsett fólk og familjur?
- Jú, tað er kanska snilt. Men nú skal tú minnast til tað, at tú blívur við at tosa um tað, at tað blíva við at verða fólk, ið eru fátøk. Vit hava ta greiðu fatan, at tað, tú setur í samband við fátækradømi, eru sosialir trupulleikar. Og vit halda ikki, at ein lág inntøka er beinleiðis tengd at einari lágar inntøku. Sjálvandi skulu vit fara inn at hyggja at, hvat vit kunnu gera, fyri at gera tað betri. Men har halda vit ikki, at lykilin er veiringar til tey útsettu, men heldur ein skattalætti til lágu inntøkurnar, eitt nú við at hækka botnfrádráttin hjá kommununum, sigur Jóhan Bech Húsgarð.
Mæla til broytta skattaskipan
Hvat halda tit í HUXA so eigur at verða gjørt í staðin, um eitt fátækramark ikki er rætti vegurin?
Næstformaðurin í HUXA vísir á, at tað eru onnur ting, tú skal hyggja at, enn at siga at tað eru 10 prosent av fólkinum, ið liva í fátækraváða. Tað er heilt greitt, at vit skulu inn at hyggja at, hvat tað er, ið ger, at fólkini eru í hesi støðuni. Men vit halda, at tað er oftani nakað við skattatrýstið at gera. Tekur tú til dømis ein við ársinntøkuni 180.000, so er tað ein, ið arbeiðir hálva tíð. Hví arbeiðir hann bara hálva tíð? Hvat er tað, forðar honum í at arbeiða fulla tíð? Er tað nakað, tað almenna kann fara inn at hjálpa við, ella eru tað nakrar skipanir, ið skulu broytast, spyr næstformaðurin í HUXA.
rogvi@sosialurin.fo