ÍF tapari í málríkum umfari

Effodeildin: Margháttiliga nógvir 2-2-javnleikir, men ein sigur kom í evstu løtu, og hann kostaði ÍF dýrt.

12. umfar í Effodeildini varð spælt í kvøld. Talan hevur verið um fult umfar, har grannauppgerð var í Havn ímillum B36 og HB, toppdystur var í Runavík ímillum NSÍ og KÍ, meðan hinir dystirnir vóru Skála – TB/FCS/Royn, 07 Vestur – ÍF og EB/Streymur – Víkingur.


Í Runavík syrgdi Bárður J. Hansen fyri 1-0-hálvleiksleiðslu til NSÍ, men beint eftir steðgin minkaði Semir Hadzibulic til 1-1. Páll Klettskarð sendi gestirnar á sigurskós, men toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, syrgdi fyri einum stigi til NSÍ tá ið hann ímóti dystarenda javnaði til endaliga úrslitið, nevniliga 2-2.

 

Í Gundadali høvdu báðir venjararnir verið frammi á Rás2 og sagt, at teir ikki tímdu fleiri javnleikir, men tað var júst tað, teir fingu. Gestur B. Dam legði B36 á odda, men fyrrverandi B36-arin, Sebastian Pingel, javnaði til 1-1. Philip Lund legði B36 á odda aftur 2-1, men stutt fyri leiklok javnaði Aleksandar Stankov til endaliga úrslitið, 2-2, við einum brotssparki.

 

Á Skála vóru fortreytirnar ikki góðar hjá gestunum úr TB/FCS/Royn, tá ið teir við einum manni í undirtali vóru aftanfyri 2-0 eftir tvey brotsspørk umsett til mál frá Pæturi Dam Jacobsen og Jákupi Johansen. Búi Egilsson minkaði til 2-1, og hóast Poul Ingason eins og Mats Walberg varð rikin av vølli, so fekk Búi Egilsson fullgjørt eitt ótrúligt comeback og skoraði til 2-2. Eitt stig í part á Skála.


Í Sørvági var botndystur ímillum 07 Vestur og ÍF, og har líktist tað leingi einum javnleiki eftir at Søren Nielsen og eitt sjálvmál høvdu fingið málini hjá heimaliðnum og Ari Ó. Ellingsgaard og Andy Ó. Olsen høvdu skorað fyri gestirnar. Gunleif Magnusarson vildi tað tó øðrvísi og gjørdist sigursharri, tá ið hann skoraði til 3-2 og tryggjaði heimamonnunum øll trý stigini, meðan ÍF nú er enn meiri einsamalt á aftasta plássi.

 

EB/Streymur og Víkingur byrjaðu at spæla kl.19.00. Tilber at fylgja dystinum í livescore omanfyri.


NSÍ – KÍ 2-2 (1-0)

1-0: Bárður J. Hansen

1-1: Semir Hadzibulic

1-2: Páll A. Klettskarð

2-2: Klæmint A. Olsen

 


B36 – HB 2-2 (1-0)

1-0: Gestur B. Dam

1-1: Sebastian Pingel

2-1: Philip Lund

2-2: Aleksandar Stankov (br.)

 


Skála – TB/FCS/Royn 2-2 (2-0)

1-0: Pætur Dam Jacobsen (br.)

2-0: Jákup Johansen (br.)

2-1: Búi Egilsson

2-2: Búi Egilsson

Reyð kort: Mats Walberg (TB/FCS/Royn), Poul Ingason (TB/FCS/Royn)

 


07 Vestur – ÍF 3-2

0-1: Ari Ó. Ellingsgaard

1-1: Søren B. Nielsen

2-1: sjálvmál

2-2: Andy Ó. Olsen

3-2. Gunleif Magnusarson