Fótbóltsófriður kravt 73 mannalív

Í minsta lagi 73 fólk doyðu, og fleiri hundrað fingu skaða, tá ófriður tók seg upp í sambandi við ein fótbóltsdyst í egyptiska býnum Port Said í kvøld. Tað siga læknar fyri fronsku tíðindastovuni AFP. Heilsumyndugleikarnir í Kairo siga, at minst 50 eru deyð.

Tað vóru viðhaldsfólk hjá fótbóltsfeløgunum al-Ahli og al-Masry, sum brustu saman, júst sum ein dystur millum liðini var liðugur. Tíðindastovurnar skriva, at viðurskiftini millum tey bæði feløgini hava eina serliga søgu, og at hetta er ikki fyrstu ferð, at viðhaldsfólk teirra eru brostin saman.

Eisini í høvuðsstaðnum Kairo brast ófriður á, at dómarin gjørdi av at steðga einum dysti millum feløgini Zamalek og Ismaili. Sjónvarpsmyndir vístu, at eldur var í áskoðaraplássunum.

Egyptiska tjóðartingið er kallað saman til eykafundar í morgin at viðgera tilburðirnar í kvøld.